Opslag

Viser opslag fra september, 2018

Man venur seg við (næstan) alt..

Billede
Tað er ótrúligt, hvat man kann venja seg við.  Man kann venja seg við tómrúmið. At her ikki longur er nakar koyristólur. At her ikki er nakar, sum maskar. At tað ikki er nakar, sum skal vendast um náttina. At eingin skal lyftast, at einki skal bíleggjast. At eingin er, sum skal nanast í sofuni hvørt kvøld og eingin skal haldast um náttina. Man kann venja seg við at steingja av. At bara ganga við einum kroniskum stórum, tungum avstongdum kassa inni í bringuni og búkinum. Man kann venja seg við at bara lukka alt niður, so tað ikki sleppur at fylla. Tí tá tað sleppur at breiða seg, kann man ikki fungera.  Man kann venja seg við allar tankarnar. Tankar um seinasta døgnið, og um hvat eg burdi gjørt øðrvísi.   Man kann venja seg við mynstrið - og loysnirnar. Man venur seg við at distrahera sinnið, heilt frá løtuni áðrenn man vaknar heilt og líka inntil man stórt sæð er sovnað. Man venur seg við, at man ikki bara kann liggja vakin í songini. Man má upp. Man má handla, lesa, surfa á