Opslag

Viser opslag fra august, 2018

At fylgja Benjamin aftur og aftur og aftur..

Billede
Síðani Benjamin doyði, havi eg verið til seks jarðarferðir. Sjálvt um eg eri fokuserað og samlað, tá eg fari inn og heilsi uppá tey avvarandi, so er tað, sum um skalið verður flust uttanav mær við hvørjum orði frá prestinum. Sum um orðini um deyða og vón, sorg og trúgv bara upploysa mína verju. Alt, sum verður sagt, handlar um Benjamin. Alt, sum verður sungið, snýr seg um hann. Øll orð um troyst, verða sogin inn um. Øll orð um stóru sorgina og tómrúmið spegli eg mær í. Eg fylgi honum aftur og aftur og aftur. Til hansara jarðarferð var alt sum ein toka. Eg merkti umsorganina frá øllum, sum vóru har, og eg var takksom - og glað fyri at alt gekk so væl. Tá tú ert avvarandi situr tú í grundini eisini sum fyriskipari av hesum stóra tiltakinum - jarðarferðini - sum varar tveir dagar. Tú hevur høvdið fult av avgerðum og handlingum, samstundis við at tú ert fullkomiliga í sjokki - og tú hevur ikki ordiliga møguleika fyri taka alt inn, sum gongur fyri seg - á sama hátt, sum tú kanst g

Stuttsøguskriviskeið

Billede
Eg havi verið á skriviskeiði. Man kundi kanska trúð, at eg fái nóg mikið av skriving við at sita við telduna allan arbeiðsdagin, mangan á kvøldi við - umframt at eg eisini skrivi hendan bloggin fyri at sleppa av við tankarnar. Men tað, at Benjamin er farin, hevur fingið meg at hugsa øðrvísi. Eg ynski at gera tað, sum eg havi hug til. Sum eg brenni fyri. Ikki bara ætla mær ella ynskja tað. Gera tað! So nú gjørdi eg tað. Fór á eitt skriviskeið á Háskúlanum. Ein av uppgávunum var at fara á ekskursjón, sum tað so fínt eitur. At fara út at eygleiða, sansa og varnast. Vit gingu av háskúlanum oman í Havnar Kirkju til matiné við orgulkonsert. Heimafturkomin skuldu vit skriva eina søgu á presis 300 orð + eitt orð til yvirskrift. Vit skuldu nýta ein lut, sum vit høvdu sæð á vegnum, og luturin skuldi onkursvegna verða í eini konflikt ímillum tvey fólk, sum vit høvdu sæð á vegnum. Tað skuldi vera ein dialogur í søguni, og vit skuldu lýsa eitt huglag. Undir fyrsta lagnum hjá org

Yin og yang opinbering

Billede
í dag gekk nakað upp fyri mær. Alt gott, sum fer at henda frá nú av, fer at hava eitt men. Allar tær stóru, góðu løturnar, sum eiga at vera 100% eydnuríkar, fara nú at hava ein skugga. So ræðuliga ofta havi eg hugsað, at ein løta ella ein uppliving er perfekt. At einki manglar. At eydnan var fullkomin. »If I could make a wish I think I'd pass. Can't think of anything I need«, sang Lennon. Eg havi havt hesa kensluna so ræðuliga ofta. Men eg kann ikki longur syngja við her. Tí eg fari altíð at hava eitt ynski, og eg fari altíð at hugsa um, hvat mær manglar og hvønn eg hevði ynskt at havt hjá mær. Í øllum eydnusomum løtum fer tað altíð at vera eitt men. Tað verður ongantíð aftur bara 100% eydnusemi. Tað er ein sláandi tanki. Hinvegin - kann man so siga - so fara komandi tungar løtur somuleiðis at hava eitt men.. Flestallar tungar upplivingar verða nú sammettar við at missa Benjamin - og sammett við tað, missir nærum alt ringt sína tyngd. Sammett við at missa