Opslag

Viser opslag fra januar, 2019

Hurra - meg droymdi ein livandi Benjamin!

Billede
Eg droymdi um Benjamin í nátt. Hann livdi. Eg havi ikki droymt hann í sera, sera, sera langa tíð. Eg eri ikki sloppin afturum handan ólukku deyðsdagin í fleiri mánaðir. Altíð hevur hann verið deyður ella doyggjandi. Onkuntíð enntá jarðaður. Ongantíð livandi.. Men í nátt droymdi eg, at vit sótu í okkara íbúð á Solbakken. Vit skuldu flyta, og teir nýggju leigararnir vóru longu komnir inn. Tey vóru glað. Eg var eitt sindur kedd og sorgblíð, minnist eg. Vit sótu bara har - eingi av okkara tingum vóru har, men av onkrari orsøk vildi eg ikki fara avstað. Og so komu teir nýggju leigararnir at vísa okkum runt. Við sprudlandi gleði og boblandi optimismu vístu tey okkum íbúðina, sum við eitt var blivin nógvar ferðir størri - hon hevði ein kempi køk, stóra stovu og eitt gigantiskt spælirúm. Altso.. eina stóra høll, sum var full av spølum og umstøðum til rørslu. Eg minnist, at eg var forharmað og melankolsk - og eg var eitt sindur øvundsjúk. *** Og so er tað, at man fer at hugsa um,

Tey góðu, smittandi gleðisljóðini

Billede
Í dag havi eg gingið ein langan túr í vakra kavaveðrinum og sólini og lurtað eftir tveimum podkastum um sorg og miss. Og eg eri komin til, at eg ikki bara kann sita her og gráta og bíða eftir, at tað góða lívið við Benjamin aftur fer at fylla í mínum huga. Eg má tilvitað uppsøkja tað - eins og eg tilvitað uppsøkti og valdi at fokusera uppá tað góða, meðan Benjamin livdi. So nú fari eg at uppsøkja tað góða, sum var. Eg skal tilvitað hugsað um og finna fram til tað góða. Gleðina. So here goes: roynd nummar 1: Eitt tað besta, sum eg fekk, var at hoyra Benjaminsa gleðisljóð. Serliga tá eg kom heim, og hann var inni. Onkuntíð var hann sjúkur og mamma hevði hann heima. Í Keypmannahavn hevði okkara góða Mirjam hann onkrar dagar, frá tí hann kom heim úr barnagarði/skúla og inntil eg kom heim frá undirvísingartímunum, sum lógu seint út á seinnapartin. Onkuntíð var hann inni hjá Ragnari, meðan eg fór út. Men tá eg so kom aftur, var tað avgjørt tað góða at hoyra hansara eyðkendu g

Fantompína í nervaskipanini

Billede
- Hvussu gongur? Ein so einfaldur spurningur - sum oftast ikki eingang hevur nakra tyngd. Sindur sum Hey ella Nú? - Tað veitsje - tað gongur, sum tað gongur, plagi eg at svara. Og líkasum tá Benjamin varð føddur, og fólk spurdu, hvussu tað gekk, havi eg aftur nú lært meg at skilja ímillum tey, sum bara meina "hey", tá tey spyrja. Ella tey, sum veruliga meina tað. Sum meina: Hey Eydna, hvussu hevur tú tað innast inni? Og sum fegin vilja hoyra svarið. Men so er tað eisini ein triðja kategori. Og tað eru tey, sum nú spyrja: Hvussu gongur? Og faktiskt meina: Nú man tað ganga betur ha? Ella - nú byrjar at lætna, ha? Undirforstaðið: Nú eigur tú altso at taka teg saman og koma víðari.. Og eg sigi sum flestu av teimum foreldrunum, sum hava mist, og hvørs bøkur eg havi lisið í seinastuni: Eg royni! Eg royni alt, sum eg kann. Men hetta er enn RÆÐULIGT! Eg gráti enn hvønn einasta dag! Og eg stýri tí ikki sjálv. Akkurát sum at tú ikki kanst lyfta teg sjálva upp á ein stól, ka

Lívið er fjalt handan deyðan.

Billede
Eg havi í dag lurtað eftir gomlum útvarpssendingum við mær sjálvari. Ljóðar kanska løgið. Men fleiri ferðir havi eg verið í útvarpinum og greitt frá, hvussu lívið við Benjamin var. Hvussu vit fokuseraðu á tað góða, tað sum bar til, tað, sum gleddi okkum. Vit dugdu tað so væl. Við láturmildari og orkuríkari rødd tosaði eg. Flenti ofta, hóast tað var bæði húðleyst og inniligt, sum eg greiddi frá. Og herfyri fann eg eisini eina gamla Kvinnu aftur. Um eina unga Eydnu, sum skuldi fara til Barcelona at lesa - og hava sítt lítla heilaskadda barn við. »viljin til lívið er sterkastur« var yvirskriftin. Og greinin snúi seg um eina yvirskotsríka Eydnu við nógvari orku. Einki var nakað problem. Sum tað mest natúrliga í verðini fóru vit til Barcelona - og eg sá veruliga ikki, at tað skuldi vera tann stóri trupulleikin. Einki var nakar trupulleiki - man skuldi bara halda seg til og gera tað. Tað var gott at hoyra sendingarnar aftur. Lesa greinina. Verða mint á alt tað góða, sum var. Árræði

Tann, sum druknar, rópar ikki eftir hjálp..

Billede
Sjúkameldað. Óarbeiðsfør. Stressað. Av berum longsli. Av sterkari sorg. Man kann ikki pakka sína sorg niður. Man kann ikki lata sum um, at hon ikki er har. Og man kann ikki bæði merkja hana og passa hana (tí jú, víst skal hon bæði merkjast og passast dagliga) og samstundis makta at arbeiða og loysa uppgávur á høgum støði. Og taka sær av hinum børnunum og heiminum. Man kann tað ikki. Og eg havi sagt tað leingi, at orkan gongur undan. At eg havi kent tað, sum um eg drukni. At eg ikki makti tað. Kortini var tað ein vinkona, sum fór til læknan fyri meg. Tí eg hevði ikki farið sjálv, hóast eg væl visti, at tað var heilt galið. At eg var um at drukna. Men tann, sum er um at drukna, rópar ikki eftir hjálp. Tað kann hann ikki. Tað hevur hann ikki orku til. Hann stríðist fyri at anda. Vera. Halda munninum omanfyri vatnskortpuna og eksistera. Góð fólk handlaðu fyri meg. Fingu meg upp á turt. Nú eri eg sjúkameldað. Tað er ein lætti. Eg havi leingi vitað tað. Óarbeiðsfør. Nú er