Opslag

Viser opslag fra maj, 2019

Frá brúsandi fossi til maka á

Billede
Eg havi nú arbeitt aftur á hálvari tíð í einar tveir mánaðir - og nú merki eg, at tann stormurin, sum fyrsta árið í sorg mangan verður lýst sum, spakuliga stilnar av. Nú havi eg meg sjálva við, og eg orki at vera til aftur. Tað tók mær langa tíð - helst eyka langa tíð, tí eg byrjaði aftur til arbeiðis alt ov skjótt, eftir at vit mistu Benjamin. Í januar krasjaði alt - men nú merki eg, hvussu eg spakuliga eri bygd uppaftur. Ikki til tað, eg var frammanundan - men frá at vera fullkomiliga niðurundirkomin og ófungerandi við stórum sveiggjum, eri eg nú komin longri onkursvegna. Eg havi tað betur. Eg megni at minnast tað góða - og hangi ikki bara føst í deyðsnáttini longur. Ringa samvitskan nívir enn, men hon megnar ikki at vinna tamarhald á mær og ávirka meg so at eg ikki fungeri. Eg mátti heilt niður at venda. Heilt niður har, sum einki menniskja eigur at fara ella orkar at vera. Og eg mátti geva sorgini ta tíðina, sum hon skuldi hava. Enn eru svøvnleysar nætur - men so nógvar