Frá brúsandi fossi til maka á

Eg havi nú arbeitt aftur á hálvari tíð í einar tveir mánaðir - og nú merki eg, at tann stormurin, sum fyrsta árið í sorg mangan verður lýst sum, spakuliga stilnar av.

Nú havi eg meg sjálva við, og eg orki at vera til aftur.

Tað tók mær langa tíð - helst eyka langa tíð, tí eg byrjaði aftur til arbeiðis alt ov skjótt, eftir at vit mistu Benjamin.

Í januar krasjaði alt - men nú merki eg, hvussu eg spakuliga eri bygd uppaftur. Ikki til tað, eg var frammanundan - men frá at vera fullkomiliga niðurundirkomin og ófungerandi við stórum sveiggjum, eri eg nú komin longri onkursvegna. Eg havi tað betur. Eg megni at minnast tað góða - og hangi ikki bara føst í deyðsnáttini longur.

Ringa samvitskan nívir enn, men hon megnar ikki at vinna tamarhald á mær og ávirka meg so at eg ikki fungeri.

Eg mátti heilt niður at venda. Heilt niður har, sum einki menniskja eigur at fara ella orkar at vera. Og eg mátti geva sorgini ta tíðina, sum hon skuldi hava.

Enn eru svøvnleysar nætur - men so nógvar ferðir færri, enn fyrr.

Og eg kann nú reflektera á ein annan hátt. Ikki bara merkja og eygleiða - men reflektera.

Eitt, sum eg havi hugsað nógv um, er hetta:

Tað, sum kom óvart á meg við sorgini, var, at hon fylti ALT.

Áðrenn hevði eg nokk bólkað sorg saman við øllum hinum kenslunum, sum gleði, ovfarakæti, trega, sút, bilsni, illsinni og so framvegis.

Men sorg er ikki ein kensla. Sorg er ein støða. Ein tilstandur.

Kenslur eru stokkutar - tær skifta fleiri ferðir dagliga. Men sorgin má og skal ikki bólkast saman við kenslunum, tí hon er støðug. Hon ávirkar ikki bara lagið, men eisini tankarnar, lívsáskoðanina, støðufestið, trúnna, árræði, arbeiðsføri, svøvnin, kognitivu evnini, familjulívið.. ja, alt!

Á enskum verður skilt ímillum orðini "sorrow" og "grief". Tað fyrra er at vera kedd - tað seinna er at syrgja. Men navnorðini verða bæði umsett til sorg á føroyskum.

Og tað er kanska ein málslig frágreiðing uppá, hví vit bólka sorg, sum eina kenslu. Tí meðan tað fyrra - sorrow - sum kann vera sút ella tregi, er ein kensla, sum ger okkum kedd (og sum sanniliga er ein av stóru fylgjunum av sorgini) so er grief tann støðan, sum sorgin er.

At vera sorgarbundin er ikki tað sama, sum at syrgja, hóast bæði orðini eru grundað á orðið "sorg".

Esben Kjær, sum misti son sín, Sebastian, av krabbameini fyri nøkrum árum síðani, lýsir sorgina soleiðis:

Fyrst er hon ein veldig, brúsandi og fossandi á. Tú situr í einum báti mitt í ánni og fært einki gjørt. Tú fært hvørki stýrt ferðini ella kósini - tú verður tikin við og mást bara yvirgeva teg til hesa sterku megina, sum fer við tær, sum henni lystir.
Men eftir eina tíð - og tað er ikki nakað ávíst mark, nær tað er - kanska eitt hálvt ár ella eitt heilt - stilnar áin av. Hon verður friðaligari og tú fært kanska bæði róð, skotið á og stýrt, tó at tú framvegis ert í valdinum hjá ánni. Tó at hon framvegis ávirkar tína ferð og tína kós.

Nú kenni eg tað sum, at eg eri komin til sorgarinnar stillara part, har áin ikki tveitir meg útav fossum nær tað skal vera - og har eg onga ávirkan havi á støðuna sjálv.

Framegis syrgi eg. Framvegis eri eg sorgarbundin, kedd og mær leingist framvegis júst líka illa. Men sorgin er nú sum ein møk á - heldur enn ein buldrandi fossur.

Framvegis ikki ein kensla, tó at nógvar kenslur eru knýttar at. Men ein tilstandur ella ein støða, sum helst fer at lita og ávirka meg restina av mínum lívi.

Tí restina av mínum lívi fari eg at elska - og harvið syrgja - Benjamin.




Kommentarer