Opslag

Viser opslag fra februar, 2020

Seinasta vikuskiftið enn einaferð á replay

Billede
Í dag eru 9 dagar síðani 12. februar, tá tú doyði. Tað var ein harður, harður dagur. Men tað er langt frá yvirstaðið enn. Eg merki eina vaksandi órógv í kroppi og sinni. Nú kemur alt aftur fyri aðruferð, tí tú doyði á føstulávint. So nú koyrir alt aftur á replay. Eitt paralellt spor, sum fylgir tíðini, og endurspælir títt seinasta vikuskifti. Í dag - føstulávintsfríggjadag - fórt tú í skúla sum ein rúmdarmaður. Glaður, spentur - í góðum lag. Seinnapartin var tað, at tey ringdu og søgdu, at tú vart sjúkur. Eg fór heim við tær. Hví fór eg ikki bara beint út á sjúkrahúsið? Í morgin var tað, at øll her í gøtuni komu at sláa tunnu. Hví avlýsti eg ikki og fór á sjúkrahúsið við tær? Í annaðkvøld var tað, at allir menninir hjá babba vóru her og slóu tunnu. Hví fór eg ikki bara avstað við tær? Sunnudagin var eg úti og skreiddi við gentunum. Eg helt, at tú var í bata. Hví fór eg ikki bara oman á sjúkrahúsið við tær fyrr? Sunnukvøldið sannaði eg, at tú vart ikki í bata. Tú versnaði. T

Samandráttur av tveimum árum uttan Benjamin

Billede
- Mamma, um tað ikki er nøkur tíð í himmalinum, hví kundi Benjamin so ikki bara vera her hjá okkum í nøkur ár afturat? Um eingin tíð er í himmalinum, so er tað jú líkamikið fyri tey, um hann bíðaði nøkur ár.. Enn einaferð rakti Óluva Lín seymin á høvdið. Enn einaferð átti eg einki svar, men mátti bara taka undir við spurninginum hjá míni 5 ára gomlu. Tað er eingin tíð í himmalinum. Men tað er tíð hesumegin. Í denn grad. Og í dag eru júst tvey ár síðani, at tú fór. Hesa náttina fyri tveimum árum síðani stríddi tú títt seinasta stríð. Tá sólin reis hendan morgunin fyri tveimum árum síðani, strálaði hon á fyrsta sinni yvir ein heim, har tú manglaði. Morgunin var so vakur, júst sum í morgun, við kava og stilli og bjartari sól. Hesi tvey árini hava verið ein støðug tilgongd til at fóta mær aftur í einum heimi, har tú ikki ert. Her er ein samandráttur av mínum royndum og upplivingum hesi tvey árini. FYRSTA ÁRIÐ.. ..gongur í stóran mun fyri seg í eini toku. Tað er skelkur,