Seinasta vikuskiftið enn einaferð á replay

Í dag eru 9 dagar síðani 12. februar, tá tú doyði. Tað var ein harður, harður dagur.

Men tað er langt frá yvirstaðið enn.

Eg merki eina vaksandi órógv í kroppi og sinni. Nú kemur alt aftur fyri aðruferð, tí tú doyði á føstulávint. So nú koyrir alt aftur á replay. Eitt paralellt spor, sum fylgir tíðini, og endurspælir títt seinasta vikuskifti.

Í dag - føstulávintsfríggjadag - fórt tú í skúla sum ein rúmdarmaður. Glaður, spentur - í góðum lag.
Seinnapartin var tað, at tey ringdu og søgdu, at tú vart sjúkur.
Eg fór heim við tær. Hví fór eg ikki bara beint út á sjúkrahúsið?
Í morgin var tað, at øll her í gøtuni komu at sláa tunnu. Hví avlýsti eg ikki og fór á sjúkrahúsið við tær?
Í annaðkvøld var tað, at allir menninir hjá babba vóru her og slóu tunnu. Hví fór eg ikki bara avstað við tær?
Sunnudagin var eg úti og skreiddi við gentunum. Eg helt, at tú var í bata. Hví fór eg ikki bara oman á sjúkrahúsið við tær fyrr?
Sunnukvøldið sannaði eg, at tú vart ikki í bata. Tú versnaði. Tá fór eg.
Tá var ov seint.
Føstulávintsmánadag - beint áðrenn sólin sendi sínar strálur yvir Havnina - doyði tú.

Ringa samvitskan etur meg. Serliga hetta vikuskiftið. Hetta er ræðuligt.

Vit bæði elskaðu føstulávint. Vit vóru all in. Men nú er eingin koyristólur at gera til ein part av grýlubúnanum longur.

Nú fari eg undir at gera búnarnar til genturnar. Men undir yvirflatuni koyra minnini frá tínum seinasta vikuskifti.

Tað mól runt dagarnar frá 10.-12. februar - og nú, ið føstan nærkast - koyrir alt enn einaferð.

Ilt. Ilt. Ilt innaní. Havi hug at avreagera. At boksa okkurt, at renna ein langan túr til føturnir bløða, at klóra meg sjálva, at banka høvdið inn í veggin, at rópa til eg ikki orki meiri fyri at sleppa undan hesum ógvusliga órógvinum, hesi kensluni av marru, sum eg livdi í, beint tá tú doyði, og sum nú vitjar aftur. Hetta súgvið í búkinum, sum tá man dettur, sum bara ikki heldur uppat.

Men eg geri ikki nakað fyri at avreagera. Eg fari at fyrireika búnarnar hjá systrum tínum, meðan tað kennist um ein stór slanga liggur inni í bringuni og búkholuni, og hon gnagar meg upp. Tað gevur mær vaml og andaneyð, men eg havi gott av tí. Eg handlaði ikki, sum eg skuldi - eg lat teg doyggja - og hetta verður revsingin, sum eg má bera.

Áh, hvat eg sakni teg. Áh hvat eg vildi ynskt, at alt var øðrvísi.

Besta grýla mín - fyrigev mær!










Kommentarer