Opslag

Leiti-marra

Billede
Eg leitaði eftir tær í nátt. Leitaði og leitaði - og koyrdi runt sum svøk fyri at finna útav, hvar tú vart. Ikki í skúlanum, ikki í Smæruni. Ikki í svimjihylinum, ikki á nøkrum av hinum løgnu støðunum, sum eg leitaði eftir tær í dreyminum í nátt. Panikkurin vaks, tí eg fann teg ongastaðni - tú vart ongastaðni at finna. At enda var eg púra febrilsk. Hvar vart tú? Hvat var hent tær? Eg spurdi øll á leiðini. Hava tit sæð Benjamin, spurdi eg. Men eingin visti, hvar tú vart. So vaknaði eg. Við hjartanum í hálsinum og hamrandi pulsi. Við einum smakki av ótta í munninum - ein slíkan smakk, sum man bara hevur, tá man óttast, at okkurt er hent eins barni. Eg vaknaði og bíðaði eftir, at eg skuldi sissa meg, sum man plagar at gera, tá man vaknar av eini marru. Men eg sissaðist ikki. Hinvegin skilti eg, at eg slett ikki fari at finna teg. Tú ert farin. Eg kann leita so galið eg vil. Men eg finni teg ikki. Tað ringasta er hent. Tað er ikki ein dreymur. *** Í dag legði

Seinasta vikuskiftið enn einaferð á replay

Billede
Í dag eru 9 dagar síðani 12. februar, tá tú doyði. Tað var ein harður, harður dagur. Men tað er langt frá yvirstaðið enn. Eg merki eina vaksandi órógv í kroppi og sinni. Nú kemur alt aftur fyri aðruferð, tí tú doyði á føstulávint. So nú koyrir alt aftur á replay. Eitt paralellt spor, sum fylgir tíðini, og endurspælir títt seinasta vikuskifti. Í dag - føstulávintsfríggjadag - fórt tú í skúla sum ein rúmdarmaður. Glaður, spentur - í góðum lag. Seinnapartin var tað, at tey ringdu og søgdu, at tú vart sjúkur. Eg fór heim við tær. Hví fór eg ikki bara beint út á sjúkrahúsið? Í morgin var tað, at øll her í gøtuni komu at sláa tunnu. Hví avlýsti eg ikki og fór á sjúkrahúsið við tær? Í annaðkvøld var tað, at allir menninir hjá babba vóru her og slóu tunnu. Hví fór eg ikki bara avstað við tær? Sunnudagin var eg úti og skreiddi við gentunum. Eg helt, at tú var í bata. Hví fór eg ikki bara oman á sjúkrahúsið við tær fyrr? Sunnukvøldið sannaði eg, at tú vart ikki í bata. Tú versnaði. T

Samandráttur av tveimum árum uttan Benjamin

Billede
- Mamma, um tað ikki er nøkur tíð í himmalinum, hví kundi Benjamin so ikki bara vera her hjá okkum í nøkur ár afturat? Um eingin tíð er í himmalinum, so er tað jú líkamikið fyri tey, um hann bíðaði nøkur ár.. Enn einaferð rakti Óluva Lín seymin á høvdið. Enn einaferð átti eg einki svar, men mátti bara taka undir við spurninginum hjá míni 5 ára gomlu. Tað er eingin tíð í himmalinum. Men tað er tíð hesumegin. Í denn grad. Og í dag eru júst tvey ár síðani, at tú fór. Hesa náttina fyri tveimum árum síðani stríddi tú títt seinasta stríð. Tá sólin reis hendan morgunin fyri tveimum árum síðani, strálaði hon á fyrsta sinni yvir ein heim, har tú manglaði. Morgunin var so vakur, júst sum í morgun, við kava og stilli og bjartari sól. Hesi tvey árini hava verið ein støðug tilgongd til at fóta mær aftur í einum heimi, har tú ikki ert. Her er ein samandráttur av mínum royndum og upplivingum hesi tvey árini. FYRSTA ÁRIÐ.. ..gongur í stóran mun fyri seg í eini toku. Tað er skelkur,

himmal-gubbi?

Billede
Um hálva aðru viku skal didda doypast. Lítlasystir tín, sum ongantíð slapp at hitta teg. Eg vildi so fegin spurt teg, um tú vildi verðið gubbi hennara. Eg vildi so innarliga ynskt, at tú vart her. At hon kom at kenna teg. Eg veit væl, at forskriftin ljóðar, at "um foreldrini doyggja - og faddrarnir eru harhjá - skulu teir tryggja barninum eina kristiliga uppaling og vísa tí umsorgan." Men eg hugsi, at tú framvegis vísir okkum øllum umsorgan - eisini tíni lítlu diddu. Og eg veit, at eingin annar kann vera eitt størri insitament til himmaltrúnna, enn tú. Serlga nú tú longu ert farin higar. So, Benjamin, hvat sigur tú til at vera við á degnum - og at verða hennara himmal-gubbi? Avtala?

There and back again. Ein mammusøga

Billede
Í bókini um Ringanna Harra skrivar hobbin Bilbo eina bók, sum hann nevnir »There and back again. A hobbits tale.« Bókin snýr seg um eina drúgva ferð. Hóskandi kundi tað verið mítt heiti fyri hetta farna árið. Ella tvey tey farnu árini. Hagar og aftur. Ein mammusøga. Tá ið heimurin skálandi og hálsfevnandi fór um gáttina til 2019, var eg ikki við í veitsluni. Eg græt. Tí tá fóru vit út úr tí árinum, har Benjamin hevði verið. Hann kom við inn í 2018. Men við 2019 trinu vit inn í eitt ár, har hann ongantíð skuldi vera. Hann var verandi eftir - vit fóru víðari. Jólini eru tað, tey eru. Eym, longsulsfull - men eisini full av gleði. Og vit hava úr at gera. Ikki ordiliga tíð til at hugsa djúpt í øllum rokinum. Men nýggjárið er tíðin til djúphugsni. At gera status. Og fyri mær var tað ómetaliga svárt at vera tvungin inn í eitt nýtt ár, har Benjamin ongantíð skuldi vera. At fara frá honum. Sum heild hevði eg tað ringt hesa tíðina í fjør. Og nakrar dagar inn í januar innheintaði

Hepna eg

Billede
Ein dagin las eg nakað, sum ikki fer frá mær aftur.. »Please don't stop viewing the world the way you did, when I was it« Tá Benjamin enn var her, bar alt til. Alt bar til, einki var nakað problem. Alt kundi lata seg gera. Verðin var góð. Lívið var fantastiska gott. Og vakurt. Men tá eg sá mítt barn doyggja, broyttist mátin, eg sá heimin. Eg orkaði einki longur. Verðin var ónd. Lívið er fantastiska hart, og eg bleiv so sera tilvitað um, at alt, sum er gott, fer at enda. Øll, sum vit elska, fara at doyggja. Tað er drenandi. Spakuliga eri eg aftur komin nærri mátanum, eg fyrr sá verðina. Men ikki heilt. Tá deyðin hevur vitjað, setur hann spor, sum ikki so lættliga kunnu slettast aftur. Men eg má gera mær ómak við mátanum, eg hyggi at verðini. Tí eg hoyri Benjamin fyri mær - hann hevði fyri alt í verðini viljað, at eg enn varðveitti mítt positiva lyndi og mína løttu tilgongd til lívið. Tað var jú eisni hansara máti at síggja heimin uppá - og tað veit Gud, at hann eisini

Ein støðugur streymur av tí, ið var - og tí, ið framvegis er

Billede
Tað gongur ikki ein dagur, har eg ikki hugsi um Benjamin. Tað er ikki ein dagur, har eg ikki nevni hann. Og eg elski, tá onnur eisini nevna hann. Tosa um hann. Minnast hann. Tí hjá mær eru tað ikki nógvar løtur á nøkrum degi, har hann ikki onkursvegna er við. Av og á er tað soleiðis, at »BUMM - har kom ein tanki ella eitt minni« Men í nógv størri mun er tað sum ein á, sum støðugt streymar í bakhøvdinum. Allatíðina. Tí stórt sæð alt, sum eg eri, er eisini hann. Tað er alt tað, sum hann var - alt tað, sum vit vóru í felag - og tað er alt tað, sum framvegis er eftir. Tað eri eg, sum mamma, tí eg var fyrst mamma hansara. Tað eru barnasangir og søgur, sum eg nú syngi og lesi fyri gentunum, men sum eg fyrst sang fyri honum. Tað eru støð, vit hava verið (sum er umleið allastaðni í Havn, nógvastðani kring Føroyar og ymsa staðni kring verðina). Tað eru ting, eg vildi ynskt at sagt honum ella gjørt fyri hann ella saman við honum. Tað er ælabogin ein regntungan dag. Tað eru ymisk l