Hepna eg

Ein dagin las eg nakað, sum ikki fer frá mær aftur..

»Please don't stop viewing the world the way you did, when I was it«

Tá Benjamin enn var her, bar alt til. Alt bar til, einki var nakað problem. Alt kundi lata seg gera. Verðin var góð. Lívið var fantastiska gott. Og vakurt.

Men tá eg sá mítt barn doyggja, broyttist mátin, eg sá heimin. Eg orkaði einki longur. Verðin var ónd. Lívið er fantastiska hart, og eg bleiv so sera tilvitað um, at alt, sum er gott, fer at enda. Øll, sum vit elska, fara at doyggja.

Tað er drenandi.

Spakuliga eri eg aftur komin nærri mátanum, eg fyrr sá verðina. Men ikki heilt. Tá deyðin hevur vitjað, setur hann spor, sum ikki so lættliga kunnu slettast aftur.

Men eg má gera mær ómak við mátanum, eg hyggi at verðini. Tí eg hoyri Benjamin fyri mær - hann hevði fyri alt í verðini viljað, at eg enn varðveitti mítt positiva lyndi og mína løttu tilgongd til lívið.

Tað var jú eisni hansara máti at síggja heimin uppá - og tað veit Gud, at hann eisini mangan kundi fallið í fátt, um lívsins hørðu beiskleikar skulu fáa okkum niður við nakkanum.

Harða byrjanin. Skerdu førleikarnir. Mongu, drúgvu sjúkuumførini. Og tað ávirkaði hann eisini nógv, tá pápi doyði - og tá hann misti besta vinmann sín, Heina.

Men ígjøgnum alt hekk hann í. Og grundleggjandi positiva lyndið broyttist kortini ikki.

Eg hoyri hann fyri mær. At hann nú bønar meg - Please don't stop viewing the world the way you did, when I was it.

Eg skal nokk royna.

Tí - sum ein eldri maður segði við meg ein dagin: Eg kann ikki lata vera við at hugsa um - í øllum tí ræðuliga og harða, sum tú hevur upplivað - hvussu heppin tú ert. Hvussu nógv gott tú hevur. Bæði við Benjamin, við gentunum - og nú við nýggja barninum. Heppin ert tú!

Ja, mátti eg ásanna. Tað eri eg. Tað eri eg sanniliga. Heppin.

Hepna eg at hava havt nakað, sum kann geva so stóra sorg.
Hepna eg at hava so ómetaliga nógv, sum dagliga gevur mær so stóra gleði.

Hepna, hepna eg at hava hesar báðar fantastisku gellurnar, sum geva mær summarfuglar í búkin bara tí, tær eru til.
Hepna eg, sum nú aftur gleði meg til at klemma og mussa nýggja, lítla lívið, sum nú kemur um max 2 vikur.

Hepna eg. Hepna, hepna eg. Tað er mátin, eg skal síggja heimin.

Eins og eg gjørdi, tá tú, Benjamin, vart mín heimur <3

Takk fyri áminningina.






Kommentarer