Opslag

Viser opslag fra november, 2018

Næturnar.. Hesar forbrendu næturnar!

Billede
Aftur ein svøvnleys nátt. Í 12 ár havi eg verið vakin hvørja nátt við Benjamin. Eg havi vent honum, ballað hann, skift á honum, hildið honum, nanað honum ella givið honum medisin ella masku. Hvørja, einastu, gudsskaptu nátt. Men tað svøvnloysið hevði eitt endamál - og tí taldi næstan ikki við, tá eg tosaði um, hvussu eg hevði sovið. Tað var bara so, og eg kundi gott havt verið uppi í fleiri tímar tilsamans og kortini halda, eg hevði sovið væl. Tað var ikki nakað, vit tosaðu nakað serligt um. Tað var bara so. Tì tá Benjamin aftur linkaðist, ballaði eg meg so væl hjá honum og steinsovnaði við nøsini langt inn ímóti hansara mjúka, heita nakka, sum angaði so væl. Men nú.. Nú er svøvloysið nyttuleyst og drenandi. Tað hevur einki endamál - og tað er vónleyst at sleppa burturúr tí, tá tað hevur fingið tamarhald á mær. Og tað er so javnan - ofta 4-5 ferðir um vikuna. Hóast eg eri deyðamóð og næstan ikki orki at hyggja, fái eg ikki sovið. Ofta ganga 3-4 tímar sum einki. Fríggjanátti

Frá lívið til ljós..

Billede
Vit vóru til minningargudstænastu í Havnar Kirkju sunnudagin. Minningargudstænasta fyri tey børn, sum eru farin. Tað var hart. Men tað var gott. Innkomin fingu vit eitt lítið ljós, sum vit kundu tendra frammi í kór. Og í tí eg steig um høgu gáttina inn í skipið - stóra kirkjurúmið - runnu tær mongu ferðirnar, sum eg havi havt Benjamin við mær inn eftir gólvinum, framfyri meg. Ein eksplosjón av tonkum, minnum og kenslum, sum togaðu meg aftur í tíð. Tá hann varð doyptur. Minnist, hvussu stór, hátíðarlig og rørandi løtan var. Benjamin Ragnarsson við Streym er nú gróðursettur í Gudi. Tað er altso ein ófatiliga stór mynd. Og tankin um, at sama hvat fór at henda við lítla, ússaliga dreinginum, so var hann nú lagdur í Guds tryggu hond, var góður. Tí sjálvt um hann tá bara var tríggjar mánaðir, høvdu vit longu so mangan upplivað, at vit ikki fingu hjálpt honum. At okkara smáu armar og vælmeinandi gerðir ikki strektu til. Ikki tí, Gud hevði vissiliga tikið hann at sær, um hann ikki var