Opslag

Viser opslag fra maj, 2018

Alt, sum tú hevur gjørt meg til..

Billede
Í morgun var eg úti á grøvini og hampaði um. Eg tók smásteinar úr moldini, reiv hana, umplantaði leykir, bant avblomstraðar páskaliljur niður, drap sniglar, traðkaði fløgini, sum eg sjálv havi fraktað úr Grønulíð og lagt á grøvina, fastari - og stríddist leingi við ta seigu og aggressivu skøruna, sum veksur allastaðni uttanum, har Benjamin liggur. Og meðan eg lá har á knæ og baksaðist - við mold undir neglunum - hugsaði eg hetta: Tú gjørdi meg til mammu. Tú gjørdi, at mær ikki tørvaði serliga nógvan svøvn. Tú gjørdi, at eg sá alt tað, sum veruliga er vigtigt í lívinum. Tú gjørdi, at eg fekk árræði. Tú gjørdi meg til almennan viðmerkjara. Tú gjørdi meg til talskvinnu fyri tína støðu. Tú gjørdi meg til fyrilestrahaldara. Tú gjørdi meg tilvitaða. Tú gjørdi meg til sjúkrasystir. Tú gjørdi meg til lærara. Tú gjørdi meg til eyðmjúkan næming. Tú gjørdi meg til fysioterapeut. Tú gjørdi meg til samskiftisekspert. Tú gjørdi, at eg fekk disiplin. Tú gjørdi, at eg fekk ein vilj

Nú hangi eg aftur saman - uttaná

Billede
Nú sært tú betri út, siga tey við meg. Nú gongur tað nokk betur, hugsa tey. Nú er hon við at koma víðari. Koma yvir tað. Endiliga. Tað var gott. Men tað gongur bara betri uttaná. Innaní er enn kaos. Enn eitt opið, bløðandi sár. Enn ein konstantur streymur av tonkum um Benjamin. Eg eri komin so langt, at eg nú hangi saman uttaná. Eg orki at lata meg í. Eg orki at fara í bað. Minnist enntá viðhvørt til at brúka perfumu og oyralokkar. Útattil hangi eg saman. Eg makti nú at fara í SMS, sjálvt um eg málrættað ordni tað, eg skal, og hyggi mestsum beint niður í gólvið, meðan eg gangi til og frá bilinum. Eg makti so dánt at fara til arbeiðis, sjálvt um tað krevur nógva orku - og eg eri púra ferdig aftaná. Onkursvegna er tað tó gott at kunna seta mær smá mál og náa teimum, hóast tað er tungt. Eg gráti ikki longur fleiri ferðir dagliga. Eg eri komin so langt nú, at eg hangi saman útatil. Men innaní er enn kaos.

Streymastova næstan liðug - 3 mánaðir ov seint..

Billede
Fyrradagin vóru tað 3 mánaðir, síðani tú fórt, Benjamin. Vit vóru í tínum summarhúsum. Vit svóvu har fyri fyrstu ferð, júst tríggjar mánaðir eftir at tú doyði. Nú eru tey endiliga, endiliga um at vera liðug - og tú hevði elskað tey! Tað er blivið mín terapi at fáa tey so góð og so lekkur, sum gjørligt. Tíni summarhús. Gjørd til tín. Og hvørjaferð eg fari inn á wc'ið, og hvørjaferð eg gangi eftir rampuni og stóru terassuni - hvørjaferð eg síggi bobblubaðið og tína song í tínum kamari við tí breiðu koyristólagóðu hurðini, hugsi eg um teg. Tey eru blivin til mítt Benjamin-projekt, tí sjálvt um tú aldrin náddi at gista í tínum summarhúsum, so hava vit verið har so ofta og hugt, forvitnast og peilað av fyri at vita, hvussu langt tey vóru komin. Tú gleddi teg mest av øllum, haldi eg. Nú eru tey um at vera liðug. Tríggjar mánaðir ov seint.. Men sjálvt um tú ikki ert við okkum har - so ert tú har kortini, tí har er alt gjørt til tín. Tú ert hugsaður inn í hvørt rúm, hvørja hu

Fyrsta ferðin uttan teg...

Billede
Vit fóru at ferðast fyri tveimum vikum síðani. Týsmorgun til sunnukvøld í Danmark. Bara fyri at sleppa burtur - og fyri at geva Óluvu Lín og Vársól nakrar góðar dagar á teirra præmissum. Eg græt, tá eg skuldi bíleggja bilettirnar. 4 - heldur enn 5. Nøkur ávís ynski - t.d. um rørslutarnaðan passager? Nei! Nú er eingin koyristolur við okkum longur.. Eg græt, tá títt stóra gula kuffert aftur lá og gapaði her á gólvinum - klárt at pakka í. Hvat skuldi eg pakka? Bara tað, sum vanligvís verður tjokkað niður í at enda - tá pakkingin av øllum tí vigtiga: sondumati, medisini, sproytum, blæum, eyka sondum, slangum og øllum tí, sum knappliga kundi verða alneyðugt at hava við - var liðug. Listin plagdi at vera langur - og kuffertini vóru smekkfull, tá alt hetta var komið í. Men nú.. Bara nøkur klæði. Og annars einki.. Einki við at sita við roknimaskinuni og rokna út: hvussu nógv medisin mugu vit hava við?  Plus eyka, um ein fløska brotnar. Hvussu nógvan sondumat? Hvussu nógvar blæur?