Fyrsta ferðin uttan teg...

Vit fóru at ferðast fyri tveimum vikum síðani.

Týsmorgun til sunnukvøld í Danmark. Bara fyri at sleppa burtur - og fyri at geva Óluvu Lín og Vársól nakrar góðar dagar á teirra præmissum.

Eg græt, tá eg skuldi bíleggja bilettirnar. 4 - heldur enn 5. Nøkur ávís ynski - t.d. um rørslutarnaðan passager? Nei! Nú er eingin koyristolur við okkum longur..

Eg græt, tá títt stóra gula kuffert aftur lá og gapaði her á gólvinum - klárt at pakka í.
Hvat skuldi eg pakka? Bara tað, sum vanligvís verður tjokkað niður í at enda - tá pakkingin av øllum tí vigtiga: sondumati, medisini, sproytum, blæum, eyka sondum, slangum og øllum tí, sum knappliga kundi verða alneyðugt at hava við - var liðug. Listin plagdi at vera langur - og kuffertini vóru smekkfull, tá alt hetta var komið í.

Men nú..

Bara nøkur klæði. Og annars einki..

Einki við at sita við roknimaskinuni og rokna út: hvussu nógv medisin mugu vit hava við?  Plus eyka, um ein fløska brotnar. Hvussu nógvan sondumat? Hvussu nógvar blæur? Einki við at fordeila alt millum ymsu kuffertini, soleiðis, at vit kundu klára okkum, um eitt kuffert ikki kom fram.

Og hondbaggagan? Bara ein hondtaska!

Eingin stórur ryggsekkur við einum sindri av hvørjum - nokk til at tú kundi klára teg í 3 dagar, um øll baggagan skuldi blivið burtur.

Eg græt, tá eg fann passini fram. Seinast, tey vóru í brúk, var í januar, tá tú vart við á Gran Canaria. Tað er so kort síðani! Tú hevði tað so gott! Eg flenti gjøgnum tárini, tá eg hugsaði um, hvussu glaður tú vart, tá vit fóru at svimja - bæði í svimjihylinum og í havinum. Hvussu tú fekk øll hini fremmandu at flenna saman við tær.

Eg fann okkara pass og legði títt aftur í skuffuna. Men eg kláraði ikki at sleppa tí. Eg kláraði ikki at sleppa tær.. Klikkað  - eg veit - men eg tók títt pass við. Tú kundi ikki liggja eftir, meðan vit fóru avstað. Tú mátti við. Í hondtaskuna.

Eg græt, tá vit komu í flúgvaran. Tá fittu stewardessurnar komu at heilsa uppá. Tú átti at vera har, vóru vit samdar um. Tú átti at súkkla og vera glaður og flenna hart og spenna rumpuna útfrá. Forlanga cola og bolla við tjúkkum smøri. Spentur at sleppa avstað, sum tú altíð vart.

Og tað var einki við at bíða eftir ambu-lyftini fyri at fáa teg inn - vit fóru bara gjøgnum trappurnar, akkurát sum øll hini.

Og tá flúgvarin lendi og bremsaði heldur knapt, hugdu eg og babba uppá hvørt annað og søgdu sum við ein munn: áh nei - koyristólurin! So ofta eru innstillingarnar farnar av lagi, tá flúgvarin hevur bremsað heldur harliga.

Men nú bilti tað knappliga einki, um hann gjørdi tað..

Og hesuferð var einki við at bíða eftir koyristólinum ella Falckmonnum fyri at fáa teg út. Einki við at sita einsamøll í flúgvaranum inntil langt eftir, at øll hini vóru farin - um ikki flogskiparin var so beinasamur at fara niður eftir tínum stóli.

Vit fóru bara út - akkurát sum øll hini.

Tá vit fingu bilin, babba hevði leigað, tosaðu vit um teg. Hvussu erpin tú hevði verið at sitið framman í kula BMW'num og rallast eftir motorvegnum. So errin í sólbrillum við síðunar av babba við musikkinum for frá - og okkum trimum á baksetrinum.

Eg hugsaði um teg í húsunum hjá Súsannu-fastur. Tú hevði sloppið so væl inn og runt. Flatt og breitt og eittplans. Og veðrið! Tú hevði elskað tað lýggja sólskinið!

Eg græt, tá vit vóru í vatnlandinum í Lalandia. Tú hevði væl kunnað verið við í tínum koyristóli!
Men eg flenti, tá eg ímyndaði mær teg í øllum rutsjubanunum og bobblubaðunum, sum vóru har, og øllum tí, sum tær dámdi so væl. Systir tín er ring at fáa upp úr vatninum aftur - men tú vart enn verri. Vit høvdu helst verið har, til tað stongdi, um tú vart við.

Eg hugsaði um teg, tá systrarnar fóru í Monkey-tonkey land, har tær kundu klatra og russja. Har hevði verið ringt hjá tær. Men so fann eg eina trampolin - og har høvdu vit kunnað verið. Eg hoyrdi tín látur fyri mær, og tað lætnaði onkursvegna at finna okkurt, sum vit bæði kundi havt hugnað okkum við har inni, meðan tær klatraðu.

Eg hugsaði um teg, tá vit vóru í Givskud-zoo - hvussu skrappur tú hevði verið, tá vit koyrdu inn til leyvurnar, og hvussu tú hevði flent at mær, tá eg var ótrygg við støðuna. Har var eisini so væl útgjørt til koyristólar - og eg hugsaði, hví sørin vit ikki høvdu verið har við tær nakrantíð...

Tá vit fóru at keypa, fann eg mestsum bara klæðir til tín. Åh jø, sum tú hevði verið sjeikaligur, tá tú komst aftur í skúla. Eg hevði keypt meg fátæka í lekrum klæðum til tín - og einki lagt í tað. Og nú tú vart blivin so stórur, hevði eg nokk stjolið klæðini frá tær onkuntíð - og tú hevði hildið tað vera strævið, at mamma skuldi stjala tíni klæðir..

Og tá vit komu í Legoland... åh Benjamin. Tá græt eg aftur. Tað er so kort síðani, vit vóru har. Síðani tú vart har. Og eg sá teg allastaðni. Og tað gjørdi babba eisini. Tað var so ofta, at vit bara hugdu uppá hvørt annað - søgdu einki við nakran - men bæði skiltu so væl, hvat hin hugsaði. Vit bæði hugsaðu so ofta um teg í senn - og bara við orðaleysum eygnabráum vistu vit, at hin eisini hugsaði tað sama.

Og akkurát sum alkoholikararnir siga seg duga so væl at fáa sær upp í nevið, uttan at nakar varnast tað, haldi eg, at eg nú eisini havi ment ein eginleika at gráta uttan at nakar varnast tað - fyri meg sjálva, meðan eingin sær. (ella kanska er tað (sum hjá alkoholikarunum) bara innbilningar um, at eingin varnast tað)

Og so - um náttina.. Tá kemur tað av álvara. Og tá eg fari í bað.. tá kemur tað av álvara. Og tá eg eri einsamøll.. tá fái eg ikki steðgað tí. So kemur reaktiónin uppá allar mínar tankar um teg..

Og so fóru vit í biograf. So kort síðani vóru vit í biograf í Keypmannahavn og hugdu at Ferdinand.

Og tá vit nú fóru inn í biografin, tosaðu vit um, hvussu tú tá flenti hart og hjartaliga at Óluvu Lín, tí hon fór at gráta av Ferdinand-filminum. Men eg sigi tær bara: so skuldi tú sæð meg nú, Benjamin. Vit vóru til filmin, Coco, sum snýr seg um tey, sum eru deyð og búgva í deyðaríkinum. Hann snýr seg um, at um vit gloyma tey deyðu, doyggja tey fyri aðru ferð. Og at tey av og á koma til jørðina og eru saman við sínum.

Og eg græt, sum pískað. Og eg kláraði slett ikki at steðga aftur. Tá var einki við at fjala tað - eg tútbrølaði. Og tú hevði flent at mær, tað veit eg.

Og tá vit fóru heimaftur, varnaðist eg, at tað á flogvøllinum í Billund var ein so frálík, stór skiftibriks á handicap-wc'num. Tað visti eg ikki av, men eg bleiv glað av tí - tí tað manglar jú næstan allastaðni. "So veit eg tað", hugsaði eg glað - men so visti eg ikki, hvat eg nú skal vita tað til.. Nú hava vit jú ikki longur tørv á tí..

Vit hava verið og ferðast fyri fyrstu ferð uttan teg, Benjamin.
Vit høvdu tað ordiliga deiligt! Systrarnar hugnaðu sær - og vit trongdu øll til at sleppa eitt sindur burtur. Men eg kann bara lova tær, at tú sanniliga vart við hvørja einastu løtu - líka frá tí ferðaseðilin varð bílagdur - og inntil títt gula kuffert aftur varð útpakkað.

Tú vart við allanvegin, mín keri - og eg bæði græt og flenti dagliga við tankan um teg!

Harragud, hvat eg sakni teg!



Myndin er av okkum báðum í vatnrussjibananum í Sharm el Sheik í Egyptalandi  :)
Og nú flenni eg enn einaferð ígjøgnum tárini. Jyssus, sum vit hava havt tað stuttligt mangan, bæði!




Kommentarer