Opslag

Viser opslag fra august, 2019

Summar sum hjá øllum øðrum - men kortini ikki.

Billede
Tað hava verið nógvar fyrstuferðir hetta summarið. Vit hava verið og tjaldað við familjuni fyri fyrstu ferð á einum staði, har Benjamin aldrin kundi farið við sínum koyristóli. Tað var deiligt at geva gentunum ta upplivingina - men samstundis var tað so sera hart, tí tankin um, at "hetta eigi eg ikki at kunna" lá allatíðina í bakhøvdinum. Vit hava ferðast á útoyggj og gingið heilar dagar í haganum - hóast Ragnar ikki var við. Tað eigi eg ikki at kunna, tí um eg havi skula farið, hevur Ragnar eisini mugað verið við og borið Benjamin, nú eg ikki orkaði at bera hann sjálv. Og tá eg og Ragnar vóru niðri til eina konsert og fóru inn í ILLUM á Strøgnum, har vit annars hava verið eina millión ferðir við Benjamin (tí tey hava eitt so gott skiftiborð, sum eisini riggar til stór børn) - hugdu vit knappliga uppá hvørt annað. Vit stóðu í rullutrappunum á veg uppeftir. Tað hava vit ONGANTÌÐ gjørt fyrr, sjálvt um vit hava verið har so ofta, tí rullutrapur og rullustólar eru ikki