Summar sum hjá øllum øðrum - men kortini ikki.

Tað hava verið nógvar fyrstuferðir hetta summarið.
Vit hava verið og tjaldað við familjuni fyri fyrstu ferð á einum staði, har Benjamin aldrin kundi farið við sínum koyristóli.
Tað var deiligt at geva gentunum ta upplivingina - men samstundis var tað so sera hart, tí tankin um, at "hetta eigi eg ikki at kunna" lá allatíðina í bakhøvdinum.
Vit hava ferðast á útoyggj og gingið heilar dagar í haganum - hóast Ragnar ikki var við. Tað eigi eg ikki at kunna, tí um eg havi skula farið, hevur Ragnar eisini mugað verið við og borið Benjamin, nú eg ikki orkaði at bera hann sjálv.
Og tá eg og Ragnar vóru niðri til eina konsert og fóru inn í ILLUM á Strøgnum, har vit annars hava verið eina millión ferðir við Benjamin (tí tey hava eitt so gott skiftiborð, sum eisini riggar til stór børn) - hugdu vit knappliga uppá hvørt annað. Vit stóðu í rullutrappunum á veg uppeftir. Tað hava vit ONGANTÌÐ gjørt fyrr, sjálvt um vit hava verið har so ofta, tí rullutrapur og rullustólar eru ikki allarbesta samantvinningin. Vit hava tí altíð nýtt lyftina. Fyri øll onnur vóru tað bara tvey fólk í rullutrappunum, eins og øll hini. Eingin kundi vita, hvørjar stórar kenslur leikaðu á innaní hesum báðum fólkunum á veg uppeftir.
Koyristólurin avmarkar nøkur ting. Men hetta nývunna frælsið er hart og mangan óynskt.
Vit vóru úti og gingu langar túrar við gentunum í tí kalda mai. Tað áttu vit ikki at kunna, tí tá var ov kalt hjá Benjamin at fara langar túrar.
Og í dag er ein púra vanligur mánadagur - 19. august. Genturnar eru farnar á stovn. Eg havi feriu í nakrar dagar afturat. 
Men í dag byrja skúlarnir aftur. Í dag átti Benjamin at byrjað í 8. flokki. Tað ger hann ikki. Og tí er hetta ikki bara ein vanligur mánadagur kortini.
Vinkonurnar eru farnar at fyrireika fermingarnar, sum verða í heyst. Tað áttu vit eisini at gjørt.
Og hendan dagin sá eg eisini lýsingina fyri familjuleguna fyri børn, ið bera brek, har vit hvørt ár vóru fastir gestir. Nú melda tey til. Tað gera vit ikki.
Flestu dagar eru fullir av slíkum smáhendingum, sum neyvan eingang kunnu bólkast sum "hendingar" og sum eingin tí man hugsa ella gáa um - men sum raka og ávirka meg.
Tað eru ikki bara deyðsdagar, føðingardagar og aðrir merkisdagar, sum ávirka. Hvønn tann einasta dag eru nógvir, nógvir slíkir tankar um alt tað, sum vit nú kunnu, sum vit ikki kundu fyrr. Og um alt tað, sum øll hini kunnu, sum vit ikki kunnu longur.
Rullitrappur. Túr í hagan. Ferming. Skúlabyrjan. Legu.
Sumt er so lítisvert, at tað neyvan er nevnivert. Men kortini rakar tað dygt.
Summarið hevur verið, sum hjá øllum øðrum. Men kortini hevur tað als ikki verið tað <3


Tjaldingartúrur á einum koyristólaóatkomiligum øki í summar. 
Fantastiskur túrur - men forbankað harður..  


Kommentarer