Opslag

Viser opslag fra juni, 2018

37 ár - at siga takk mugu vit ikki gloyma

Billede
At fylla 37 ár er ikki nakað soleiðis serligt. Tað er bara eitt tal. Ikki sum 35 ella 40. Bara 37. Eitt livurposteital til eitt livurposteilív, sum tey flestu 37 ára gomlu liva. Livurposteimatpakkar og húsalán og at drøna runt við børnunum. Tað plagar at vera tað, sum 37 hevur at bjóða. Kortini stúrdi eg fyri hesum degnum. Tí sjálvt um tað "bara" bleiv 37 hesuferð, so er tað hóast alt ein føðingardagur. Og at halda føðingardag - 37 ára føðingardag - tá tú veist, at títt barn ongantíð aftur fer at fylla - er absurd. Tað er veruliga so absurd, at eg kláraði næstan ikki at fyrihalda meg til tað. Eg vaknaði kl farin av 04 við, at Vársól spýði á meg. Óluva Lín spýði um vikuskiftið, og vit hugsaðu, um Vársól mundi vera sloppin undan. Men gakk. Tað var fyrsta føðingardagsheilsanin, og tað var nøkulunda soleiðis eg sjálv eisini hevði tað við tankan um hendan dagin. Vaml og møði. Eg fekk andvekur, hóast hon sovnaði aftur alt fyri eitt, og Ragnar syrgdi fyri at geva henni tur

upp og niður, upp og niður

Billede
Onkrar dagar vakni eg - og havi tað faktiskt heilt ókey. Eg kann enntá tilvitað hugsa, at eg havi tað ókey. Eg kann hugsa, at eg má liva, at eg má njóta og at eg má góðtaka. Eg kann enntá hugsa, at eg nú eri komin til sættis við øllum tí, sum hendi. At eg má takka fyri tað, sum var, og liva fyri tað, sum er. Men mangan havi eg ikki meiri enn hugsað hendan tankan lidnan, so detti eg í fríum falli - sum ein neyðstaddur flúgvari - við fullari ferð til jarðar, inntil eg krasji í botnin. - Tað gongur upp og niður, sigi eg, tá fólk spyrja. Og tað ger tað. Onkuntíð skifta upp og niðurtúrarnir, sum dagarnir skifta - at ein dagur er góður og tann næsti er tungur - men onkuntíð eru fleiri slíkir upp- og niðurtúrar ígjøgnum ein og sama dag. Onkuntíð vakni eg og orki nóg illa at lata meg í, men sum dagurin líður, lætnar, og eg merki, hvussu eg spakuliga komi upp frá aftur.  Eg eri nú spakuliga við at flyta meg út úr tí zonuni, har eg antin ikki føli nakað - og bara eri totalt tóm innan