37 ár - at siga takk mugu vit ikki gloyma
At fylla 37 ár er ikki nakað soleiðis serligt. Tað er bara eitt tal. Ikki sum 35 ella 40. Bara 37. Eitt livurposteital til eitt livurposteilív, sum tey flestu 37 ára gomlu liva. Livurposteimatpakkar og húsalán og at drøna runt við børnunum. Tað plagar at vera tað, sum 37 hevur at bjóða.
Kortini stúrdi eg fyri hesum degnum. Tí sjálvt um tað "bara" bleiv 37 hesuferð, so er tað hóast alt ein føðingardagur. Og at halda føðingardag - 37 ára føðingardag - tá tú veist, at títt barn ongantíð aftur fer at fylla - er absurd. Tað er veruliga so absurd, at eg kláraði næstan ikki at fyrihalda meg til tað.
Eg vaknaði kl farin av 04 við, at Vársól spýði á meg. Óluva Lín spýði um vikuskiftið, og vit hugsaðu, um Vársól mundi vera sloppin undan. Men gakk.
Tað var fyrsta føðingardagsheilsanin, og tað var nøkulunda soleiðis eg sjálv eisini hevði tað við tankan um hendan dagin.
Vaml og møði.
Eg fekk andvekur, hóast hon sovnaði aftur alt fyri eitt, og Ragnar syrgdi fyri at geva henni turt upp á og undir kroppiskinnið.
Hvussu ber tað til, at summi verða 37 - og onnur aldrin gerast meiri enn 12? Hvussu ber tað til, at tað er so ymiskt býtt við menniskjalívunum? Hví ger man ikki bara so, at øll fáa 70 ár. Ella 100. Ella whatever - men í øllum førum tað sama? Hevði tað ikki verið ein lættari skipan fyri øll at umsitið? Bæði okkum hesumegin og tey hinumegin?
Ná - men so visti eg ikki av, fyrr enn Ragnar vakti meg. Hann hevði gjørt morgunmat. Við Royal Copenhagen og heitum eggum, nýbryggjaðum latte og trimum sløgum av breyði. Eg var púra paff - tí eg visti, at hann skuldi tíðliga avstað til arbeiðis. Kortini hevði hann gjørt sær so stóran ómak - og eg veit, at tað var bara fyri at gleða meg.
Og tá hann fór avstað, komu mamma og Sjúrður at drekka heitt kakao saman við mær, sum Ragnar eisini hevði hitað. Mamma hevði keypt mær eina gávu - eina pannukøkupannu :)
Óluva Lín kom nývaknað og boraði seg í fangið og segði mær, at eg var penari enn gull og silvur. Og glimmur, legði hon so afturat - og so verður komplimentið ikki størri. Serliga tá man enn situr í náttklæðum við spýggjurestum í hárinum.
Tá Vársól loksins vaknaði, var hon eitt havingarbarn. Vildi ikki ordiliga nakað annað enn at nana. So vit nanaðu, meðan eg við aðrari hondini royndi at fáa eitt sindur av arbeiði frá hondini.
Konsentratiónin var kortini ikki serliga stór, tí eg fekk ikki slept tankanum um, at eg, sum eri mamma, skal blíva við at fylla - og Benjamin, sum er barnið, ikki skal fylla aftur.
Ongantíð aftur hava føðingardag.
Er tað bara tilvildarlig úveljing ella er tað eitt hægri endamál? Er tað veruliga so, at vit einaferð fara at skilja alt - ella er tað bara meiningsleyst? Tilvildarligt? Uttan nakað hægri endamál?
Vit eru so smá, so smá - men kenslurnar eru so stórar, so stórar.
Og fitta, ússaliga Vársól turkaði tárini, so hvørt sum tey runnu, og segði spakuliga og uggandi: »Besta mín. Fitta mín«.
Hvussu stórt er tað kanska ikki? At eitt tveyáragamalt ússaligt troystar mammu sína, og dugir so væl at fyrihalda seg til tær sváru kenslurnar? Tað er líkavið, at man fær tár í eyguni av tí - men við øvugtum forteknum. Fitta Vársól. Besta mín!
kl 11 plingaði telefonin: tvær vinkonur bjóðaðu mær til lunsj kl 12. Mamma tók Vársól og eg leyp avstað. So deiligt - og so nógv for sjáldan. Sjálvt um eg enn var sterkt ávirkað av sorg - ella kanska netup tí - var tað so deiligt bara at sita har saman við teimum. Har orð ikki eru so neyðug. Har man bara kann vera. Og eg hugsaði, hvussu vælsignað rótfest tað er at kenna fólk, sum hava kent teg altíð. Sum tú ferðast ígjøgnum lívið saman við. Tað er faktiskt so stórt.
Síðani aftur heim at arbeiða eina løtu, meðan Vársól svav. Og eg hugsaði, at dagurin faktiskt hevði verið heilt ok. Fyrst morgunmat og síðani lunsj saman við góðum fólki. SMS og telefonsamrøður.
Sum dagurin leið erraðist Vársól so líðandi aftur, og vit báðar fóru eftir Óluvu Lín. Allar tríggjar spákaðu vit niðan til Benjamin í bakandi sólini. Eg leiddi hesar fittu, smáu hendurnar, og vit vandaðu nýniðursettu blómurnar og tosaðu við hann. Har er so gott at vera, og eg havi eina stóra trongd at vitja hann har úti. At gráta og flenna og minnast. At handla og gera. Brúka hendurnar fyri hann. Til minnist um hann.
Tá vit komu heim, var Ragnar komin aftur. Telefonin hevði akkurát ringt, segði hann, tí sofan til Streymastovu, summarhúsini til Benjamin, sum nú eru um at vera liðug, var loksins komin og var nú klár at avheinta.
Vit hildu avstað. Tjokkaðu sofuna í bilin og settu hann á Gomlurætt í kø til næsta túr. Ragnar segði, at nú skuldu vit fara at keypa føðingardagsgávu. Eina súkklu, sum eg so leingi havi ynskt mær.
Men beint tá ringdi mamma - døgurðin var klárur, segði hon.
Súkklan varð sett á pausu til í morgin, og vit koyrdu heim í Grønulíð.
Ragnar bar Vársól, eg bar Óluvu Lín og við hondunum út í leysa luft frammanfyri okkum trillaðu vit tann koyristólin, sum eigur at vera har, men ikki longur er.
- Her manglar ein, segði eg.
- Áh ja, hann ger, segði Ragnar.
Men tá eg kom inn, ljómaði sjongurin fyri mær. Øll familjan var har, uttan at eg visti av nøkrum. Og hey - so mundi eg aftur grátið við øvugtum forteknum..
Og eg fekk gávur. Og klemm. Og mussar. Og børnini sungu fyri, áðrenn vit byrjaðu: Vit takka úti, vit takka heima - at siga takk mugu vit ikki gloyma.
At siga takk mugu vit ikki gloyma. Tað kann vera so ringt at siga takk. Serliga tá man er dundrandi ósamd og ónøgd við tað, sum hendir. Til dømis, tá man missir sítt barn. Tað er ófatiliga ringt at siga takk.
Men sum eg sat har við borðið saman við teimum flestu av teimum bestu og át mammusa fantastisku frikkadellur, bleiv hendan reglan við at runga í høvdinum á mær. At siga takk mugu vit ikki gloyma. At siga takk mugu vit ikki gloyma.
Fyri alt, sum var. Fyri at eg fekk hann. Fyri at eg slapp at eiga hann í 12 ár. Fyri alt tað, eg havi eftir. Fyri øll tey, sum eru góð við meg.
Eg las allar heilsanirnar á Facebook og merkti hjartaligheitina gjøgnum skermin. Merkti tað, sum at fólk veruliga ynsktu, at eg mátti fáa ein góðan dag. Og at lesa hesar heilsanirnar var sum at síggja lívið renna framvið. Familja og vinir, sum altíð hava verið har. Floksfelagir í kommunuskúlanum, av eftirskúlanum og í Hoydølum. Vinfólk frá ítróttinum og seinni í lívinum. Frá universitetinum niðri - frá lestrartíðini í Barcelona. Fyrrverandi og núverandi arbeiðsfelagar, sum sendu mær sínar heilsanir. So nógv fólk!
Og flestu teirra klemmaði eg seinast í kirkjuni til jarðarferðina hjá Benjamin. Tey vóru har tá. Tey eru her enn. Og ynskja mær alt tað besta.
At siga takk mugu vit ikki gloyma. Hóast vit gráta ímeðan.
Aftaná døgurða, lagkøku og blásing av øllum ljósunum, sum mamma átti inni (men tað var kortini langt frá nokk) drønaðu vit aftur á Gomlurætt. Sofan skulu yvirum og setast upp, og báðar genturnar komu við.
Og har sótu vit so. Eg og Ragnar við hvør okkara hjartabarni. Sigandi smílið hann sendi mær, var besta gávan á degnum. Í tí lá ein tøkk fyri tað, vit hava. Og kortini ein staðfesting av, at ein er, sum manglar. Men eisini ein áminning um, at vit nokk eisini skulu klára hetta.
Og vit komu fram til Sands - áh tey deiligu hús! Húsini hjá Benjamin. Hann er har í hasum húsinum - hann er har allastaðni. Og vit bæði høvdu sanniliga sitið væl í hasi nýggju sofuni eisini og klemmast, um hann var her enn. Og genturnar elska hasi húsini. Har er ein annar heimur, eitt annað huglag og tíðin gongur øðrvísi har.
Tá vit komu heimaftur nú seint í kvøld stóðu fleiri pakkar á borðinum. Kort og smáar heilsanir. Frá fólki, sum ikki bara hugsa, at "man burdi" - men sum gera tað. Sum fara frá húsum við einum tanka fyri at gleða.
Eg stúrdi illa fyri hesum degnum. Hann byrjaði við einari spýggjuskolu - og eg havi eisini grátið illa ígjøgnum dagin um hesa ræðuligu støðuna at hava føðingardag, tá tú veist, at títt lítla, elskaða barn ongantíð aftur skal fylla..
Men eg havi eisini minst til at siga takk. Fyrst og fremst fyri hesar fantastisku, deiligu genturnar - og fyri øll hini.
Eg misti so nógv - men eg havi framvegis so nógv eftir. Eg eigi so nógv at takka fyri.
Eisini hetta komandi 38. árið. Vit vita ikki, hvussu mong ár, vit fáa. Summi fáa 12. Eg havi nú fingið 37.
Kanska var hetta mín seinasti føðingardagur. Tað veit eingin, fyrr enn ov seint er. Men lívið er so ríkt, eisini hóast - ella kanska júst tí - at deyðin er ein støðugur skuggi. Lívið er ótrúliga gott. Hart - men gott. Eisini tá man er 37 - og enn ikki heilt følir seg vera vaksna og hava heilt stýr á tingunum. Hóast man ikki skilir lívins gátur og enn minni deyðans.
Takk fyri føðingardagin - øll tit, sum hava ávirkað hann og glett meg ígjøgnum dagin. Tit hava veruliga, veruliga gjørt ein mun í mínum lívi í dag!
Takk <3
(og tað minnir meg á, at eg faktiskt ongantíð kom so langt sum at takka fyri allar heilsanirnar, eg fekk í fjør, tá eg fylti 36. So nú taka vit alt um eina leið: eisini takk fyri tær)

Kommentarer
Send en kommentar