Opslag

Viser opslag fra april, 2019

Tey eru ikki tú..

Billede
Hvussu illa kann man leingjast? Hvussu ilt kann man hava? Hvussu leingi kann tað halda á? Hvussu brennandi kann man ynskja sær at strúka einum enni ella einum kjálka aftur? At hoyra ein látur. Tá tað eru so nógv fólk til í heiminum - hvussu kann man so sakna ein, einstakan persón so illa? Síðani Benjamin var og vitjaði meg í dreyminum, havi eg havt tað ok. Heilt ok. Eri farin at sova aftur.  Eri farin aftur til arbeiðis 1/2 tíð. Ikki grátið. Men í dag kemur alt veltandi, sum er bygt upp innaní mær hesa tíðina. Í dag bara gráti eg. Tí man kann faktiskt leingjast so illa, at longsulin gjøgnumborar allar tínar tankar, allar tínar løtur, allar tínar gerðir. Man kann hava so ilt, at tað kennist sum um alt er skrætt innanúr tær. Sum tú ert fylt við blýggi og ikki fært andað ella flutt teg. Ein pína, sum er nógv sterkari og røkkur nógv longri enn bara til kroppin, tí tað er tín sál, tíni andi - alt tað, sum er tú, sum ringir seg saman av pínu - og eingin linni er at fáa.