Tey eru ikki tú..
Hvussu illa kann man leingjast?
Hvussu ilt kann man hava?
Hvussu leingi kann tað halda á?
Hvussu brennandi kann man ynskja sær at strúka einum enni ella einum kjálka aftur?
At hoyra ein látur.
Tá tað eru so nógv fólk til í heiminum - hvussu kann man so sakna ein, einstakan persón so illa?
Síðani Benjamin var og vitjaði meg í dreyminum, havi eg havt tað ok. Heilt ok. Eri farin at sova aftur. Eri farin aftur til arbeiðis 1/2 tíð. Ikki grátið.
Men í dag kemur alt veltandi, sum er bygt upp innaní mær hesa tíðina. Í dag bara gráti eg.
Tí man kann faktiskt leingjast so illa, at longsulin gjøgnumborar allar tínar tankar, allar tínar løtur, allar tínar gerðir.
Man kann hava so ilt, at tað kennist sum um alt er skrætt innanúr tær. Sum tú ert fylt við blýggi og ikki fært andað ella flutt teg. Ein pína, sum er nógv sterkari og røkkur nógv longri enn bara til kroppin, tí tað er tín sál, tíni andi - alt tað, sum er tú, sum ringir seg saman av pínu - og eingin linni er at fáa.
Tað heldur í øllum førum á í 1 ár og 7 vikur. Í dag er 1 ár og 7 vikur, síðani tú fórt.
Og eg ynski mær so brennandi at nerta við teg aftur. At strúka tær um ennið ella kjálkan. At hoyra tín látur. At renna hondina ígjøgnum títt hár. At mussa teg. At stinga nøsina niðurímóti tínum kroppiskinni og fylla meg við tínum anga. Og tað er eitt brennandi, logandi ynski - sum veruliga, bókstaviliga brennir í mær. Sum brennir meg. Bara einaferð aftur? Bara einaferð..
Tað var bara ein tú. Nú ert tú ikki longur.
Og øll onnur - eisini tey, sum eg eri allarbest við, sum eg elski líka høgt, sum eg elski teg - tey eru her, og eg takki dagliga fyri tey øll - men tey eru ikki tú.
Tey eru her - og tey halda mær uppi. Misti eg ein teirra, hevði eg havt tað eins og nú havi tað við tær. Men tey eru ikki tú.
Tú ert farin. Og longsulin eftir tær skræðir meg upp innaní. Hann gjøgnumborar alt, sum eg hugsi og geri. Hann tyngir meg og brennir í mær.
Og tað ger hann, tí eg elski teg enn akkurát líka høgt, besta Benjusbarnið mítt!

Kommentarer
Send en kommentar