Opslag

Viser opslag fra 2020

Leiti-marra

Billede
Eg leitaði eftir tær í nátt. Leitaði og leitaði - og koyrdi runt sum svøk fyri at finna útav, hvar tú vart. Ikki í skúlanum, ikki í Smæruni. Ikki í svimjihylinum, ikki á nøkrum av hinum løgnu støðunum, sum eg leitaði eftir tær í dreyminum í nátt. Panikkurin vaks, tí eg fann teg ongastaðni - tú vart ongastaðni at finna. At enda var eg púra febrilsk. Hvar vart tú? Hvat var hent tær? Eg spurdi øll á leiðini. Hava tit sæð Benjamin, spurdi eg. Men eingin visti, hvar tú vart. So vaknaði eg. Við hjartanum í hálsinum og hamrandi pulsi. Við einum smakki av ótta í munninum - ein slíkan smakk, sum man bara hevur, tá man óttast, at okkurt er hent eins barni. Eg vaknaði og bíðaði eftir, at eg skuldi sissa meg, sum man plagar at gera, tá man vaknar av eini marru. Men eg sissaðist ikki. Hinvegin skilti eg, at eg slett ikki fari at finna teg. Tú ert farin. Eg kann leita so galið eg vil. Men eg finni teg ikki. Tað ringasta er hent. Tað er ikki ein dreymur. *** Í dag legði

Seinasta vikuskiftið enn einaferð á replay

Billede
Í dag eru 9 dagar síðani 12. februar, tá tú doyði. Tað var ein harður, harður dagur. Men tað er langt frá yvirstaðið enn. Eg merki eina vaksandi órógv í kroppi og sinni. Nú kemur alt aftur fyri aðruferð, tí tú doyði á føstulávint. So nú koyrir alt aftur á replay. Eitt paralellt spor, sum fylgir tíðini, og endurspælir títt seinasta vikuskifti. Í dag - føstulávintsfríggjadag - fórt tú í skúla sum ein rúmdarmaður. Glaður, spentur - í góðum lag. Seinnapartin var tað, at tey ringdu og søgdu, at tú vart sjúkur. Eg fór heim við tær. Hví fór eg ikki bara beint út á sjúkrahúsið? Í morgin var tað, at øll her í gøtuni komu at sláa tunnu. Hví avlýsti eg ikki og fór á sjúkrahúsið við tær? Í annaðkvøld var tað, at allir menninir hjá babba vóru her og slóu tunnu. Hví fór eg ikki bara avstað við tær? Sunnudagin var eg úti og skreiddi við gentunum. Eg helt, at tú var í bata. Hví fór eg ikki bara oman á sjúkrahúsið við tær fyrr? Sunnukvøldið sannaði eg, at tú vart ikki í bata. Tú versnaði. T

Samandráttur av tveimum árum uttan Benjamin

Billede
- Mamma, um tað ikki er nøkur tíð í himmalinum, hví kundi Benjamin so ikki bara vera her hjá okkum í nøkur ár afturat? Um eingin tíð er í himmalinum, so er tað jú líkamikið fyri tey, um hann bíðaði nøkur ár.. Enn einaferð rakti Óluva Lín seymin á høvdið. Enn einaferð átti eg einki svar, men mátti bara taka undir við spurninginum hjá míni 5 ára gomlu. Tað er eingin tíð í himmalinum. Men tað er tíð hesumegin. Í denn grad. Og í dag eru júst tvey ár síðani, at tú fór. Hesa náttina fyri tveimum árum síðani stríddi tú títt seinasta stríð. Tá sólin reis hendan morgunin fyri tveimum árum síðani, strálaði hon á fyrsta sinni yvir ein heim, har tú manglaði. Morgunin var so vakur, júst sum í morgun, við kava og stilli og bjartari sól. Hesi tvey árini hava verið ein støðug tilgongd til at fóta mær aftur í einum heimi, har tú ikki ert. Her er ein samandráttur av mínum royndum og upplivingum hesi tvey árini. FYRSTA ÁRIÐ.. ..gongur í stóran mun fyri seg í eini toku. Tað er skelkur,

himmal-gubbi?

Billede
Um hálva aðru viku skal didda doypast. Lítlasystir tín, sum ongantíð slapp at hitta teg. Eg vildi so fegin spurt teg, um tú vildi verðið gubbi hennara. Eg vildi so innarliga ynskt, at tú vart her. At hon kom at kenna teg. Eg veit væl, at forskriftin ljóðar, at "um foreldrini doyggja - og faddrarnir eru harhjá - skulu teir tryggja barninum eina kristiliga uppaling og vísa tí umsorgan." Men eg hugsi, at tú framvegis vísir okkum øllum umsorgan - eisini tíni lítlu diddu. Og eg veit, at eingin annar kann vera eitt størri insitament til himmaltrúnna, enn tú. Serlga nú tú longu ert farin higar. So, Benjamin, hvat sigur tú til at vera við á degnum - og at verða hennara himmal-gubbi? Avtala?