himmal-gubbi?


Um hálva aðru viku skal didda doypast. Lítlasystir tín, sum ongantíð slapp at hitta teg.

Eg vildi so fegin spurt teg, um tú vildi verðið gubbi hennara. Eg vildi so innarliga ynskt, at tú vart her. At hon kom at kenna teg.

Eg veit væl, at forskriftin ljóðar, at "um foreldrini doyggja - og faddrarnir eru harhjá - skulu teir tryggja barninum eina kristiliga uppaling og vísa tí umsorgan."

Men eg hugsi, at tú framvegis vísir okkum øllum umsorgan - eisini tíni lítlu diddu. Og eg veit, at eingin annar kann vera eitt størri insitament til himmaltrúnna, enn tú. Serlga nú tú longu ert farin higar.

So, Benjamin, hvat sigur tú til at vera við á degnum - og at verða hennara himmal-gubbi?

Avtala?


Kommentarer