Opslag

Viser opslag fra marts, 2019

12. mars - livandi vár!

Billede
Eg var úti og gekk mær ein langan túr eftir rossagøtuni í gjár - 12. mars. 1 ár og ein mánað, eftir at Benjamin fór. Og eg hugsaði um hann. Og eg hugsaði um, hvussu nógv er hent við mær bara hendan seinasta mánaðin. 12. februar var so ófatiliga tungur at koma forbí. Sum heild hava seinastu mánaðirnir - frá desember, tá hann hevði føðingardag, jólini, nýggjárið, tungi, myrki januar, tá eg krasjaði og bara græt av berum maktarloysi, februar, tá vit komu til vikuskiftið, tá hann bleiv sjúkur og doyði, deyðsdagin - og so inn í mars, tá vit komu til føstulávintsmanadag, sum var hansara deyðsdagur í fjør - verið heilt ófatiliga tungir. Altso.. so heilt, heilt ófatiliga tungir. Eg havi hildið, at eg fór at gerast ør, og at eg ongantíð, nakrantíð fór at megna at koma uppundan aftur. Men eg havi tað betur nú. Sjúkameldingin er liðug mánadagin, og sálarfrøðingurin heldur, at eg eri klár at fara aftur til arbeiðis spakuliga - hálva tíð at byrja við. Eg føli meg eisini klára - føli,

Vitjan í dreymi

Billede
Eg var so glað, tá eg vaknaði í morgun. Eg tosaði nevniliga við Benjamin í nátt. Hann kom til mín í dreymi, og vit tosaðu leingi. Hann var júst, sum hann plagdi at vera. Í øllum førum samskifti hann við somu ljóðum, sum hann gjørdi, meðan hann livdi. Hann var ljóslivandi og júst so vakur, sum altíð. Og eg fekk endiliga, endiliga spurt hann, um hann var glaður. Um hann hevði tað gott nú. Um hann hevði tað gott, meðan hann livdi. Um hann var nøgdur við tað lívið, vit royndu at geva honum. Um hann kundi fyrgeva mær alt tað, sum eg gjørdi galið. Til hvønn einasta spurning svaraði hann hart og týðiliga JA. - Benjamin, vit høvdu tað ordiliga gott, høvdu vit ikki, spurdi eg hann at enda - tí tá hevði hann sannført meg um, at tað faktiskt VAR ordiliga gott. Og eg minnist enn, hvussu hann hugdi at mær. So friðsælur. So sannførandi. So róligur og tryggur. JA, svaraði hann uppá sín eyðkenda máta við sínum eyðkenda og púra ivaleysa harða ja-ljóðið. Og eg minnist enn kenslun