Vitjan í dreymi

Eg var so glað, tá eg vaknaði í morgun.

Eg tosaði nevniliga við Benjamin í nátt.

Hann kom til mín í dreymi, og vit tosaðu leingi.

Hann var júst, sum hann plagdi at vera. Í øllum førum samskifti hann við somu ljóðum, sum hann gjørdi, meðan hann livdi.

Hann var ljóslivandi og júst so vakur, sum altíð.

Og eg fekk endiliga, endiliga spurt hann, um hann var glaður.
Um hann hevði tað gott nú.
Um hann hevði tað gott, meðan hann livdi.
Um hann var nøgdur við tað lívið, vit royndu at geva honum.
Um hann kundi fyrgeva mær alt tað, sum eg gjørdi galið.

Til hvønn einasta spurning svaraði hann hart og týðiliga JA.

- Benjamin, vit høvdu tað ordiliga gott, høvdu vit ikki, spurdi eg hann at enda - tí tá hevði hann sannført meg um, at tað faktiskt VAR ordiliga gott.

Og eg minnist enn, hvussu hann hugdi at mær. So friðsælur. So sannførandi. So róligur og tryggur.

JA, svaraði hann uppá sín eyðkenda máta við sínum eyðkenda og púra ivaleysa harða ja-ljóðið.

Og eg minnist enn kensluna, eg fekk av hansara vitjan, og av at endiliga at sleppa at tosa við hann.

Og eg síggi tað endiliga aftur. Vit høvdu tað gott. Tað var alt gott. Alt sum var, var gott - eisini tær tungu løturnar.

Áh, sum tað er gott at síggja aftur um hatta ólukku deyðsvikuskiftið. Áh, sum tað var gott at minnast alt tað góða, sum var. Áh, sum tað var gott aftur at tosa við Benjamin. Hava hann hjá mær í friði og náðum.

Eg vildi ikki vakna. Eg vildi ikki, at hann skuldi hvørva - ella at eg skuldi hvørva inn í dagin.
Men eg vaknaði. Og eg var rólig og glað.

Takk, elskaða barnið, fyri vitjanina í nátt.

Vælsignaði kom aftur skjótt!

Kom aftur skjótt..





Kommentarer