12. mars - livandi vár!
Eg var úti og gekk mær ein langan túr eftir rossagøtuni í gjár - 12. mars.
1 ár og ein mánað, eftir at Benjamin fór.
Og eg hugsaði um hann. Og eg hugsaði um, hvussu nógv er hent við mær bara hendan seinasta mánaðin.
12. februar var so ófatiliga tungur at koma forbí. Sum heild hava seinastu mánaðirnir - frá desember, tá hann hevði føðingardag, jólini, nýggjárið, tungi, myrki januar, tá eg krasjaði og bara græt av berum maktarloysi, februar, tá vit komu til vikuskiftið, tá hann bleiv sjúkur og doyði, deyðsdagin - og so inn í mars, tá vit komu til føstulávintsmanadag, sum var hansara deyðsdagur í fjør - verið heilt ófatiliga tungir. Altso.. so heilt, heilt ófatiliga tungir.
Eg havi hildið, at eg fór at gerast ør, og at eg ongantíð, nakrantíð fór at megna at koma uppundan aftur.
Men eg havi tað betur nú.
Sjúkameldingin er liðug mánadagin, og sálarfrøðingurin heldur, at eg eri klár at fara aftur til arbeiðis spakuliga - hálva tíð at byrja við.
Eg føli meg eisini klára - føli, at eg havi fótað mær aftur. At eg ikki longur bara siti djúpt niðri í einum holi púra orkuleys, men at eg aftur megni at liva. At veruliga liva - ikki bara ana.
Eg geri aftur døgurða. Stórur sigur!
Eg smyrji aftur matpakkar. Stórur sigur! Og Óluva Lín segði í morgun: -Mamma, eg gleði meg so nógv til í dag. Veist tú hví?
Men sama hvat eg gitti, so gitti eg ikki rætt.
- Eg gleði meg so nógv til at vita, hvat er í matpakkanum frá tær í dag!
Hvussu fitt kann ein genta vera? :)
Her er enn bumbað, men klæðini verða spakuliga vaskað. Og her verður spakuliga ruddað.
Vit gera eina rúgvu saman við gentunum aftur.
Tað gongur rættan veg.
Og tað besta av øllum er, at eg endiliga, endiliga havi fingið fatur í Benjamini, sum hann var, tá hann livdi. Tí livandi, lívsglaða, lívsfevnandi, stuttliga, kærleiksfulla, álitsfulla dreinginum, sum eg hetta farna heystið misti burtur og skifti um við doyggjadi og deyða dreingin.
Eg havi endurupplivað hatta ólukku vikuskiftið eina millión ferðir. Eg havi sitið hjá honum, meðan hann doyði, eina millión ferðir. Eg havi pínt og plágað meg sjálva við tí. Øllum tí, sum eg gjørdi galið.
Men nú eri eg sloppin afturum. Og tað gevur mær summarfuglar í búkin at merkja hansara orku og hansara lívsmót aftur. At merkja Benjaminsa energi aftur.
Og meðan eg í gjár gekk eftir rossagøtuni broyttist veðrið frá at vera vindur og vátakavi - til at vera tað vakrasta sólskinið. Gøtan var grumsut av vátakavatvassi - men sólin glitraði í evjuni og summastaðni hevði hon enntá turkað gøtuna.
Droparnir í lynginum og í grasinum skygdu sum gimsteinar, himmalin var bláur og eg merkti hitan frá bjørtu sólini og milda angan av moldini og haganum, sum loksins vaknaði aftur eftir veturin.
Tað angaði av vári.
Og eg merki eisini várið innaní mær sjálvari. Eftir ein langan, langan myrkan vetur, sum hevur vart í meiri enn eitt ár, merki eg nú loksins várið aftur.
Tað kitlar spakuliga í búkinum, tað brúsar varliga í æðrunum. Tað er eitt lítið óstýriligt smíl um varrarnar.
Tað er fantastiskt!
Í morgun hoyrdi eg fyrsta tjaldrið. Tað gjørdi meg glaða, og eg steðgaði á fyri at lurta og merkja - veruliga geva mær far um - ta kensluna, tað vakti.
Tann góða kenslan - av lívi. Av at vera livandi.
Tað er so óbeskriviligt eftir at hava livað so leingi mestsum í koma.
Men bæði mars og apríl eru svikafullir.
Fullir av vári og spírandi lívi - sum so brádliga aftur verður køvt av harðrenda vetrinum.
So eg má ansa væl eftir mær sjálvari.
Merkja várið - men eisini vara meg fyri vetrinum, sum kann vitja aftur.
Eg má ansa mær, tí tað - havi eg nú lært - er tað eingin annar, sum ger fyri meg.

Tjaldrið, sum Benjamin smíðaði í skúlanum
Kommentarer
Send en kommentar