Opslag

Viser opslag fra december, 2019

There and back again. Ein mammusøga

Billede
Í bókini um Ringanna Harra skrivar hobbin Bilbo eina bók, sum hann nevnir »There and back again. A hobbits tale.« Bókin snýr seg um eina drúgva ferð. Hóskandi kundi tað verið mítt heiti fyri hetta farna árið. Ella tvey tey farnu árini. Hagar og aftur. Ein mammusøga. Tá ið heimurin skálandi og hálsfevnandi fór um gáttina til 2019, var eg ikki við í veitsluni. Eg græt. Tí tá fóru vit út úr tí árinum, har Benjamin hevði verið. Hann kom við inn í 2018. Men við 2019 trinu vit inn í eitt ár, har hann ongantíð skuldi vera. Hann var verandi eftir - vit fóru víðari. Jólini eru tað, tey eru. Eym, longsulsfull - men eisini full av gleði. Og vit hava úr at gera. Ikki ordiliga tíð til at hugsa djúpt í øllum rokinum. Men nýggjárið er tíðin til djúphugsni. At gera status. Og fyri mær var tað ómetaliga svárt at vera tvungin inn í eitt nýtt ár, har Benjamin ongantíð skuldi vera. At fara frá honum. Sum heild hevði eg tað ringt hesa tíðina í fjør. Og nakrar dagar inn í januar innheintaði