Opslag

Viser opslag fra september, 2019

Ein støðugur streymur av tí, ið var - og tí, ið framvegis er

Billede
Tað gongur ikki ein dagur, har eg ikki hugsi um Benjamin. Tað er ikki ein dagur, har eg ikki nevni hann. Og eg elski, tá onnur eisini nevna hann. Tosa um hann. Minnast hann. Tí hjá mær eru tað ikki nógvar løtur á nøkrum degi, har hann ikki onkursvegna er við. Av og á er tað soleiðis, at »BUMM - har kom ein tanki ella eitt minni« Men í nógv størri mun er tað sum ein á, sum støðugt streymar í bakhøvdinum. Allatíðina. Tí stórt sæð alt, sum eg eri, er eisini hann. Tað er alt tað, sum hann var - alt tað, sum vit vóru í felag - og tað er alt tað, sum framvegis er eftir. Tað eri eg, sum mamma, tí eg var fyrst mamma hansara. Tað eru barnasangir og søgur, sum eg nú syngi og lesi fyri gentunum, men sum eg fyrst sang fyri honum. Tað eru støð, vit hava verið (sum er umleið allastaðni í Havn, nógvastðani kring Føroyar og ymsa staðni kring verðina). Tað eru ting, eg vildi ynskt at sagt honum ella gjørt fyri hann ella saman við honum. Tað er ælabogin ein regntungan dag. Tað eru ymisk l