Opslag

Viser opslag fra juli, 2018

óh óh - ólavsøka!

Billede
...og soleiðis fór enn eitt ár, og nú var aftur ólavsøka. Ólavsøkan, sum eg altíð havi elskað. Og sum Benjamin eisini elskaði, tí hann altíð - síðani hann var 7 mánaðir gamal - var ein super lekkur ólavsøkusjeikur við væl greiddum hári, silvurknappum og føroyskum klæðum. Ólavsøkan, tá vit altíð hava havt kalt borð og sprenfult hús. Verið til setanina, kappróðurin, úti og malið á Áarvegnum - har vit steðgaðu aaaallatíðina, tí Benjamin kendi so nógv fólk - til midnáttarsangin og kvøðið Ormin langa - og so eg við eini vinkonu undir armin, inntil beinini ikki orkaðu meiri. Eg elski ólavsøkuna. Eg plagi at elska hana. Men nú hugsi eg bara: óh óh - ólavsøka! So vit eru rýmd undan konfrontatiónini. Undan tankanum um øll hasi fólkini, sum komandi dagarnar savnast. Øll - uttan ein. Mín! Við halanum millum beinini eru vit rýmd til Norðskálar. Og her vera vit, inntil ólavsøkan er væl og virðiliga yvirstaðin. Orki ikki tankan um fult hús og full fólk, sum skulu kommentera, at Benjam

videominni, sum fløva

Gott, at eg havi so nógv filmsbrot av Benjamin! Tað sigi eg bara. Eg hyggi javnan at teimum - fyri at hoyra hann, fyri síggja hann - fyri aftur at uppliva hann og okkar samskifti. Tað eru nú meiri enn 5 mánaðir, síðani hann fór. Alt er broytt. Men støðan er kanska onkursvegna við at stabilisera seg. Men saknurin.. hann stabiliserar seg ikki. Jú longri tíð tað er síðani, eg seinast helt um hann, mussaði hann, sá hann, kíndi honum - jú størri er saknurin. Hann bara veksur fyri hvønn dag! Men systrarnar sakna hann eisini. Óluva Lín grætur ofta. Onkuntíð, tá vit leggja okkum um kvøldið og biðja Faðir Vár, biður hon Gud um at gera Benjamin livandi aftur. Hon kann seta orð á sorgina, saknin og tankarnar. Tað er so vælsignað. Men Vársól kann ikki tað á sama hátt. Hon hevði næstan eingi orð, tá Benjamin doyði. Og sjálvt um orðfeingið nú veksur við stórari ferð dagliga, kann hon sjálvandi illa seta orð á tað, sum hendi - fyri hana - so langt síðani. Vársól var 1 ár og 9 mánaði

Smukke jeg, hvor er du?

Billede
Tíðin er aftur farin at ganga skjótt. Eg havi aftur nógv at gera. Faktiskt følist tað, sum tað er ov nógv at gera, sjálvt um tað bara er ein brøkpartur av tí, sum eg plagi at gera. Eg siti aftur uppi um náttina og skrivi - og tað gongur seint, tí tað melur enn so seint í høvdinum á mær. Og eg eri enn so móð, so móð. Ein sovorðin slúkandi, drenandi møði, sum ger, at eg ikki orki at skula liva upp til nakað. Ragnar hevur tað uppá júst sama máta. Orkar einki. Púra ferdigur av ongum.. Eg vil helst bara fáa frið. Orki ikki at fyrihalda meg til spurningar, ábyrgd, deadlines. Onkuntíð hugsi eg, at eg saktans kann - men aðrar tíðir orki eg ikki tankan. Sum oftast eri eg har ímillum. Royni at bíta tenninar saman, hugsi at eg má, at eg nokk skal klára tað, men alt í mær skríggar um at gevast. Eg orki enn ikki nógv fólk í senn, og øll summarins tiltøk eru avlýst. Eg orki ikki at skula møta øllum teimum við kenning, sum hava eitthvørt at siga mær. At skula gráta mitt í eini mannfjøld og fyri