Smukke jeg, hvor er du?

Tíðin er aftur farin at ganga skjótt. Eg havi aftur nógv at gera. Faktiskt følist tað, sum tað er ov nógv at gera, sjálvt um tað bara er ein brøkpartur av tí, sum eg plagi at gera. Eg siti aftur uppi um náttina og skrivi - og tað gongur seint, tí tað melur enn so seint í høvdinum á mær. Og eg eri enn so móð, so móð. Ein sovorðin slúkandi, drenandi møði, sum ger, at eg ikki orki at skula liva upp til nakað.

Ragnar hevur tað uppá júst sama máta. Orkar einki. Púra ferdigur av ongum..

Eg vil helst bara fáa frið. Orki ikki at fyrihalda meg til spurningar, ábyrgd, deadlines. Onkuntíð hugsi eg, at eg saktans kann - men aðrar tíðir orki eg ikki tankan. Sum oftast eri eg har ímillum. Royni at bíta tenninar saman, hugsi at eg má, at eg nokk skal klára tað, men alt í mær skríggar um at gevast.

Eg orki enn ikki nógv fólk í senn, og øll summarins tiltøk eru avlýst. Eg orki ikki at skula møta øllum teimum við kenning, sum hava eitthvørt at siga mær. At skula gráta mitt í eini mannfjøld og fyrihalda meg til øll tey, sum eg ongan kjans havi at vita, at eg fari at møta.
Ikki tí at fólk ikki skulu koma at tosa við meg - men ein gerandisdagur í sms ella í miðbýnum, og so havnargøtur á ólavsøku ella Vágsbøur á Summarfestivalinum eru ikki tað sama.

Tað, sum hinvegin ger mær gott, tá eg aftur kann kenna gleði, eru løtur í friði - antin heima ella suðuri á Sandi við gentunum. Nú eg hugsi um tað, havi eg ikki verið nakrastaðni, haldi eg, síðani Benjamin doyði. Jú - vit vóru ein túr til Mentanarnáttina. Tað var skjótt, at orkan var uppbrúkt av at fyrihalda meg til fólk. Avlesa, greina, forútsíggja. Á veg aftur til bilin hugdi eg bara beint niður. Orkaði ikki at møta fleiri eygum. Og tað er IKKI tí tey, sum eg møtti, søgdu ella gjørdu nakað galið. Tvørturímóti. Men tá tað verða so nógv í senn, tá verður tað skjótt ov nógv.

Eg vil allarhelst bara vera heima saman við teimum allarnærmastu í Havn, Norðskála og á Sandi.

Tá føli eg meg vera í javnvág. Tá havi eg tað gott - hóast Benjaminsa frávera framvegis er totalt nærverandi hvørt sekund á degnum. Eg hugsi enn um hann allatíðina. Altso.. alla somlu tíðina. Eg gráti enn javnan - ikki dagliga - men fleiri ferðir um vikuna. Enn kemur tað antin sum eitt skot - ella merki eg tað bylgjast upp innan í, inntil eg veit, at eg má geva mær tíð at fáa tað út. At fara ein grátitúr út á grøvina, har slúsurnar mangan latast upp í bilinum á veg yvir. Ella at fara upp, áðrenn hini vakna - ella sita uppi, tá hini fara í song og bara lata grátin koma. Onkuntíð stutt, aðrar tíðir í tímavís. Og tá eg havi slept øllum út, sum bylgist upp, havi eg tað gott. Tá kenni eg meg lættari aftur.

Tá alt er tømt út, kenni eg gleði, tá eg eri saman við mínum bestu.

Men tað er hendan drenandi sorgin, sum ger, at alt tykist so tungt. Og at møðin er so stór. Ikki tjøra, sum eg einaferð føldi tað - men sum tjúkkur og tungur mjørki. Eitt sovorði tyngjandi, grátt, trist, dimmi, sum bæði setur seg í kroppin og - serliga - høvdið og sinnið.

Eg síggi tað eisini á mær sjálvari. Eg síggi slett ikki út, sum eg plagdi at gera.

Eg orki ikki í gongd aftur, orki slett yvirhøvur ikki - og havi enn bestan hug at liggja á sofuni og lesa um onnur, sum syrgja, onnur sum hava mist - men eg byrji at føla, at eg noyðist. Eg má. Tað verður forvæntað av mær. Og tí bíti eg tenninar saman og kempi.

Beint í dag kenni eg tað tó sum at tað er alt ov nógv. Meiri enn eg orki. Og eg hugsi, um eg man fara at fara totalt niður við flagginum, um eg pressi meg sjálva ov nógv. Tað er ein fullkomiliga fremmandur tanki, sum eg ongantíð, nakrantíð havi hugsað fyrr.

Aðrar dagar er tað tó ókey og eg loysi uppgávurnar uttan stórvegis trupulleikar, hóast tað gongur seinni, enn tað plagar.

Las eina streetyrking, sum ein av mínum vinum postaði í dag. Hon snúði seg um ein, sum hevði mist, og sum eftirfylgjandi var broytt/ur. Tí vit broytast, tá vit missa. Sorgin broytir okkum. Einaferð skrivaði eg, at eg hevði fingið ein nýggjan grundtóna. Og hann havi eg enn.
Og í yrkingini syrgdi viðkomandi ikki bara um tann, sum var mistur, tí yrkingin endaði soleiðis:

...smukke jeg - hvor er du?
splittet i to, revet i stykker.
Gået itu.

Tað er akkurát, sum eg havi mist meg sjálva burtur. Hvar er alt tað, sum fyrr var eg? Góða lagið, lætta lyndið, árræðið, eydnukenslan, takksemið, úthaldnið, arbeiðshugurin, drívmegin, arbeiðsorkan? Alt tað, sum gjørdi, at eg kundi definera og lýsa meg sjálva?

Her er eingin orka. Lítil hugur. Einki intiativ. Innisæla. Líkagleði (ella tykist alt bara rímiliga meiningsleyst, sett í perspektiv við deyðan), dapurleiki..

Eg føli tað, sum eg havi mist meg sjálva burtur. Kortini kennist tað, sum eg ongantíð havi verið so nærverandi sum nú, tí tað, mær leingist eftir, eru løtur við fullkomnari nærveru og friði, har hvørki klokka ella kalendari hava nakran týdnind. Tað er tí, sum eg trái eftir og ynski mær. Og tá eru arbeiði, stórar mannamúgvur, deadlines og ábyrgd forstýradi.

Eg eri broytt so nógv, at eg ikki kenni meg sjálva aftur. Sorgin hevur broytt meg. Bæði í sinni og skinni.

Gud viti, um orkan nakrantíð kemur aftur..
Eg havi mist Benjamin fyri allar tíðir.
Man eg eisini hava mist meg sjálva, sum eg var, fyri allar tíðir?



Kommentarer