videominni, sum fløva

Gott, at eg havi so nógv filmsbrot av Benjamin!
Tað sigi eg bara.

Eg hyggi javnan at teimum - fyri at hoyra hann, fyri síggja hann - fyri aftur at uppliva hann og okkar samskifti.

Tað eru nú meiri enn 5 mánaðir, síðani hann fór.

Alt er broytt. Men støðan er kanska onkursvegna við at stabilisera seg.

Men saknurin.. hann stabiliserar seg ikki. Jú longri tíð tað er síðani, eg seinast helt um hann, mussaði hann, sá hann, kíndi honum - jú størri er saknurin. Hann bara veksur fyri hvønn dag!

Men systrarnar sakna hann eisini.

Óluva Lín grætur ofta. Onkuntíð, tá vit leggja okkum um kvøldið og biðja Faðir Vár, biður hon Gud um at gera Benjamin livandi aftur.

Hon kann seta orð á sorgina, saknin og tankarnar. Tað er so vælsignað.
Men Vársól kann ikki tað á sama hátt. Hon hevði næstan eingi orð, tá Benjamin doyði. Og sjálvt um orðfeingið nú veksur við stórari ferð dagliga, kann hon sjálvandi illa seta orð á tað, sum hendi - fyri hana - so langt síðani.

Vársól var 1 ár og 9 mánaðir, tá hann doyði. Meiri enn fimm mánaðir eru gingnir síðani tað. Tað er ein rímiliga stórur partur av hennara lívi.

Kortini kom hon rennandi, tá eg herfyri tendraði eitt video av honum. Hon hoyrdi hansara ljóð.

"Benaniiin" rópti hon úr hinum endaðum á rúminum, har hon sat og gjørdi eitthvørt og kom beinanvegin rennandi.

"eisni síggja Benanin" kravdi hon.

Eg veit, at Óluva Lín minnist hann. Men eg visti ikki, at Vársól eisini ger tað. Tað ger hon tó týðiliga.
Tað koma so nógv ymisk ljóð úr telefonini gjøgnum dagin, men tað var, sum at ljóðini av Benjamin raktu hoyrnina á ein heilt serligan hátt, tí hon reageraði prompte, reisti seg upp og visti í sama sekundi, hvat tað var hon hoyrdi. Og hon vildi eisini síggja hann - glað um at fáa møguleikan. Reaktiónin var tann saman, sum viss vit stóðu og bíðaðu vesturi á flogvøllinum og vit so brádliga sóu hann stíga út úr flogfarinum.

"Benaniin" - eins livandi, spontant og púra uttan nakran iva, var tað.

Hellegens eg bleiv glað.

Tí tað harmar meg at hugsa um, at tær ikki fara at minnast hann.

Elskaða beiggjan, sum var so errin av teimum og góður við tær. Sjálvt um hann faktiskt ynskti sær ein beiggja í báðum førum ;) So sera, sera errin og góður við tær.

Men nú verður tað so via video, at minnið skal haldast á lívi.

Og hjá mær linnar tað saknin eitt lítið vet at síggja og hoyra hann aftur.

Er tað løgið, at eg sakni hetta fitta pettið?




Hetta video'ið er frá januar 2018, tá vit vóru eina nátt til check á sjúrkahúsi niðri. Minni enn ein mánað áðrenn hann fór.. 

Kommentarer