óh óh - ólavsøka!
...og soleiðis fór enn eitt ár, og nú var aftur ólavsøka.
Ólavsøkan, sum eg altíð havi elskað. Og sum Benjamin eisini elskaði, tí hann altíð - síðani hann var 7 mánaðir gamal - var ein super lekkur ólavsøkusjeikur við væl greiddum hári, silvurknappum og føroyskum klæðum.
Ólavsøkan, tá vit altíð hava havt kalt borð og sprenfult hús. Verið til setanina, kappróðurin, úti og malið á Áarvegnum - har vit steðgaðu aaaallatíðina, tí Benjamin kendi so nógv fólk - til midnáttarsangin og kvøðið Ormin langa - og so eg við eini vinkonu undir armin, inntil beinini ikki orkaðu meiri.
Eg elski ólavsøkuna.
Eg plagi at elska hana. Men nú hugsi eg bara: óh óh - ólavsøka!
So vit eru rýmd undan konfrontatiónini. Undan tankanum um øll hasi fólkini, sum komandi dagarnar savnast. Øll - uttan ein. Mín!
Við halanum millum beinini eru vit rýmd til Norðskálar. Og her vera vit, inntil ólavsøkan er væl og virðiliga yvirstaðin.
Orki ikki tankan um fult hús og full fólk, sum skulu kommentera, at Benjamin ikki longur er her.
Áðrenn vit fóru, koyrdu vit kortini út á grøvina og settu honum eitt flagg. Ólavsøkudreinginum.
Men tá hevði onkur longu verið og gjørt júst tað sama :) Og har lá eisni ein nýggj bukett av gulum blómum! Tað var deiligt :)
Knapt so deiligur var tankin um, at tað í ár bara bleiv eitt flagg, heldur enn ein nýggj knappatroyggja, sum vit í fjør tosaðu um, at hann mátti fáa til í ár, tí hin var um at verða ov lítil. Hann var jú vorðin so stórur, drongurin.
Nú blívur tað ikki.
Men tað blívur ólavsøka allíkavæl.
Og tað makti eg ikki..

ólavsøkan 2018
ólavsøkan 2017
Kommentarer
Send en kommentar