Nú hangi eg aftur saman - uttaná
Nú sært tú betri út, siga tey við meg.
Nú gongur tað nokk betur, hugsa tey. Nú er hon við at koma víðari. Koma yvir tað. Endiliga. Tað var gott.
Men tað gongur bara betri uttaná.
Innaní er enn kaos. Enn eitt opið, bløðandi sár. Enn ein konstantur streymur av tonkum um Benjamin.
Eg eri komin so langt, at eg nú hangi saman uttaná.
Eg orki at lata meg í. Eg orki at fara í bað. Minnist enntá viðhvørt til at brúka perfumu og oyralokkar.
Útattil hangi eg saman.
Eg makti nú at fara í SMS, sjálvt um eg málrættað ordni tað, eg skal, og hyggi mestsum beint niður í gólvið, meðan eg gangi til og frá bilinum.
Eg makti so dánt at fara til arbeiðis, sjálvt um tað krevur nógva orku - og eg eri púra ferdig aftaná. Onkursvegna er tað tó gott at kunna seta mær smá mál og náa teimum, hóast tað er tungt.
Eg gráti ikki longur fleiri ferðir dagliga.
Eg eri komin so langt nú, at eg hangi saman útatil.
Men innaní er enn kaos.

Kommentarer
Send en kommentar