Næturnar.. Hesar forbrendu næturnar!
Aftur ein svøvnleys nátt.
Í 12 ár havi eg verið vakin hvørja nátt við Benjamin. Eg havi vent honum, ballað hann, skift á honum, hildið honum, nanað honum ella givið honum medisin ella masku. Hvørja, einastu, gudsskaptu nátt.
Men tað svøvnloysið hevði eitt endamál - og tí taldi næstan ikki við, tá eg tosaði um, hvussu eg hevði sovið. Tað var bara so, og eg kundi gott havt verið uppi í fleiri tímar tilsamans og kortini halda, eg hevði sovið væl. Tað var ikki nakað, vit tosaðu nakað serligt um. Tað var bara so.
Tì tá Benjamin aftur linkaðist, ballaði eg meg so væl hjá honum og steinsovnaði við nøsini langt inn ímóti hansara mjúka, heita nakka, sum angaði so væl.
Men nú..
Nú er svøvloysið nyttuleyst og drenandi. Tað hevur einki endamál - og tað er vónleyst at sleppa burturúr tí, tá tað hevur fingið tamarhald á mær. Og tað er so javnan - ofta 4-5 ferðir um vikuna.
Hóast eg eri deyðamóð og næstan ikki orki at hyggja, fái eg ikki sovið. Ofta ganga 3-4 tímar sum einki. Fríggjanáttina fór eg í song kl 22.30, men var so uppi frá 01 til 08.
Og tankarnir mala og mala og toga meg aftur til seinasta vikuskiftið fyri júst 9 mánaðum síðani.
Eg lat mítt barn doyggja, og nú skal eg liva við tí. Og ein avleiðing er svøvnloysið.
Og eg hugsi, hvat um eg fór út á hospitalið fyrr? Hvat um eg gav honum c-pap, heldur enn at lata hann sova? Hvat um eg hevði lagt hann á liðina, heldur enn at leggja hann á ryggin? Hvat um eg - heldur enn at ringja út á Barnadeildina fyri at forhoyra meg bæði fríggjadagin og leygardagin - heldur bara var farin út har við honum?? Hevði tað broytt nakað, um tey sóu hann? Høvdu tey sæð nakað, sum eg ikki gjørdi? Sum eg yvirsá?
Og eg hugsi um seinastu tímarnar.
Eg hugsi aftur og aftur um seinastu tímarnar, tá vit vistu, at hetta var tað. At hesum fórt tú ikki at vinna á, Benjamin - at so ofta hevði tú sigrað, men vit vistu, at vit nú fóru at missa teg. Í tveir tímar vistu vit tað, men fingu einki gjørt.
Og eg hugsi, um tú hevði viljað, at eg gjørdi nakað øðrvísi.
Og eg hugsi, um tú hevði ilt..
Og eg hugsi, um tú mundi vera bangin um tað, sum fór at henda..
Eg sá, hvussu tú stríddist. Hvussu tú togaði ímóti tí, sum togaði teg hinumegin frá.
Eg eri vís í, at tú hoyrdi meg; at tú hoyrdi tað, sum eg óavbrotið teskaði tær í oyrað, meðan tú stríddist. Men skuldi eg sagt tær nakað annað? Eg tosaði um, hvussu gott vit høvdu tað, tá vit svumu í heita sjónum á Bermuda. Hvussu raskur tú vart. Og eg bað teg vísa teimum - øllum teimum sum nú so hjálparleys stóðu um tína song - hvussu raskur tú var. Var tað skeivt av mær at eggja tær til at stríðast so leingi?
Ella var tað kanska skeivt av mær, tá eg at enda segði, at tað var ok, um tú fórt? At tað var ok, um tú ikki longur orkaði at stríðast meiri. At tú vart raskur kortini? Skuldi eg ikki havt sagt tað?
Kempaði tú so leingi, tí tú ikki vildi fara? Ella tí tú ikki vildi fara frá mær? Tí eg bað teg vera? Ella fórt tú, tí eg at enda segði, at tað var ok, um tú fórt?
Alt títt lív hava tað verið eg og tú - í parti saman, ein eind, ein heild. Men her fekk eg einki gjørt. Eg var hjá tær, men kortini ikki. Kortini vart tú einsamallur í stríðnum - og eg veit ikki, hvat tú upplivdi og fórt ígjøgnum, sjálvt um eg sat beint hjá tær.
Hugsaði tú, at eg skuldi havt koyrt teg oman á sjúkrahúsið fyrr? Hevði tú kunnað tosað, hevði tú so biðið um at sloppið oman fyrr? Ynskti tú, at eg skuldi siga tær nakað, syngja tær nakað, sum eg ikki gjørdi?
Hví fór eg ikki oman við tær fyrr?
Og eg kvalist av tankanum um, at fór frá tær - at eg fór vaklandi út á gongina at tosa við læknan, meðan tú stríddist. Bara ein góðan minutt var eg úti - men eg skuldi ikki farið frá tær, eg skuldi sitið hjá tær, og hildið um teg og tosað við teg allatíðina - allatíðina, eins og eg havi gjørt alt títt lív.
Men so vart tú knappliga farin - og eg helt um teg í songini, sum eg so mangan havi gjørt, tá vit bæði hava verið svøvleys. Allan mánadagin helt eg um teg, til tú vart blivin kaldur.
Deyður.
Og so spola tankarnir aftur aftur til fríggjadagin, tá tey ringdu og søgdu, at tú vart sjúkur, og eg fór heim við tær og vit settu okkum at nanast í stovuni. Hví fór eg ikki oman á sjúkrahúsið tá? Hvat hevði tú sagt, um tú kundi tosað? Hví sá eg ikki, hvussu sjúkur tú veruliga vart?
Tankarnir mala aftur og aftur í ring.. So nógvar nætur. Eingin svøvnur, men endurlivingar upp í saman av tínum síðstu tímum. Eg kundi í fyrstuni distrahera sinnið við eini bók. Men nú orki eg ikki longur at lesa. Eg kann hyggja at instagram ella pinterest ella youtube ella netflix - men tað orkar man heldur ikki, tá man bara vil sova. Man orkar einki, vil bara sova.
Men hvørja ferð eg leggi meg at blunda, leypa tankarnir á aftur. Og eg má upp aftur.
So nógvar nætur. So lítil svøvnur. Og einki heitt og mjúkt kroppiskinn, sum vil hava mammu sína inn at nana ella maska ella venda sær - ella balla seg hjá sær.
Í dag eru 9 mánaðir, síðani tú fórt.
Aftur í nátt sat eg við tína deyðssong.
Nú eri eg móð.

Kommentarer
Send en kommentar