Tey góðu, smittandi gleðisljóðini



Í dag havi eg gingið ein langan túr í vakra kavaveðrinum og sólini og lurtað eftir tveimum podkastum um sorg og miss.

Og eg eri komin til, at eg ikki bara kann sita her og gráta og bíða eftir, at tað góða lívið við Benjamin aftur fer at fylla í mínum huga. Eg má tilvitað uppsøkja tað - eins og eg tilvitað uppsøkti og valdi at fokusera uppá tað góða, meðan Benjamin livdi.

So nú fari eg at uppsøkja tað góða, sum var. Eg skal tilvitað hugsað um og finna fram til tað góða. Gleðina.

So here goes: roynd nummar 1:

Eitt tað besta, sum eg fekk, var at hoyra Benjaminsa gleðisljóð. Serliga tá eg kom heim, og hann var inni.

Onkuntíð var hann sjúkur og mamma hevði hann heima. Í Keypmannahavn hevði okkara góða Mirjam hann onkrar dagar, frá tí hann kom heim úr barnagarði/skúla og inntil eg kom heim frá undirvísingartímunum, sum lógu seint út á seinnapartin. Onkuntíð var hann inni hjá Ragnari, meðan eg fór út.

Men tá eg so kom aftur, var tað avgjørt tað góða at hoyra hansara eyðkendu gleðisljóð, tá hann hoyrdi, at tað var eg, sum kom inn. Bara á mátanum eg gekk um hurðina, visti hann, hvør tað var, sum kom.

Og hann reageraði uppá tað.

Áðrenn eg hevði latið meg úr skóm og jakka, áðrenn hann hevði sæð meg ella eg hevði sagt nakað ljóð, klukkaði hann og eg hoyrdi á honum, at tað var ein sonn gleði, sum kom heilt niðri úr búkinum.
Ljóðini líkasum bobblaðu úr honum - og røddin gleið frá einum lágum tóna upp til teir ljósu tónarnar.

Eg hoyrdi á tí ljóðinum, at hann eisini spjálkaði við beinunum og at armarnir kreptust og spentust av gleðini, sum altíð gav útslag í spastiska kroppinum. Sjálvt um eg ikki sá hann, visti eg - bara av hesum ljóðinum - hvussu hann reageraði kropsliga.

Eg hoyrdi, at hann hevði tað, sum babba plagdi kalla fyri "fitta teknuseriusmílið" sum rakk frá oyra til oyra - akkurát sum hjá teknuseriufigurum, sum flenna hjartaliga :)

Og eg visti, at tann sum sat hjá honum, nú eisini smíltist. Tí tað smittaði so ræðuliga illa :)

Tað ljóðið var tað góða. Tað ljóðið fór langt inn í meg - og tað smittaði meg, soleiðis, at eg eisini føldi somu gleðina í búkinum. Eg hevði hug at siga somu ljóðini, tí tað kitlaði og seyg í búkinum av berari gleði, sum breiddi seg út í allan kroppin uppá eitt eygablikk. Og sum eg kom longur inn, og hann hoyrdi míni fótafet, súkklaði hann og ljóðið gleið so ofta yvir í ein klukkandi skellilátur.

Ella tá okkurt var gott, spennandi ella stuttligt. Ella vit tosaðu um okkurt, sum Benjamin gleddi seg til. Tá var tað eisini tann sama lekra reaktiónin - tann reina, destilleraða gleðin, sum rakti meg og smittaði meg uppá staðið.

Og beint nú smílist eg, og kroppurin minnist. Eg merki tað góða í búkinum.

Fitti, elskaði Benjamin. Har vart tú! Eg skuldi leita eftir tær, men nú føldi eg teg aftur.. Sum tað var gott, tí eg havi longst so eftir tær!


















Kommentarer