Fantompína í nervaskipanini
- Hvussu gongur?
Ein so einfaldur spurningur - sum oftast ikki eingang hevur nakra tyngd. Sindur sum Hey ella Nú?
- Tað veitsje - tað gongur, sum tað gongur, plagi eg at svara.
Og líkasum tá Benjamin varð føddur, og fólk spurdu, hvussu tað gekk, havi eg aftur nú lært meg at skilja ímillum tey, sum bara meina "hey", tá tey spyrja. Ella tey, sum veruliga meina tað. Sum meina: Hey Eydna, hvussu hevur tú tað innast inni? Og sum fegin vilja hoyra svarið.
Men so er tað eisini ein triðja kategori. Og tað eru tey, sum nú spyrja: Hvussu gongur? Og faktiskt meina: Nú man tað ganga betur ha? Ella - nú byrjar at lætna, ha? Undirforstaðið: Nú eigur tú altso at taka teg saman og koma víðari..
Og eg sigi sum flestu av teimum foreldrunum, sum hava mist, og hvørs bøkur eg havi lisið í seinastuni: Eg royni! Eg royni alt, sum eg kann. Men hetta er enn RÆÐULIGT! Eg gráti enn hvønn einasta dag! Og eg stýri tí ikki sjálv.
Akkurát sum at tú ikki kanst lyfta teg sjálva upp á ein stól, kann eg heldur ikki lyfta meg sjálva upp aftur, eftir at Benjamin fór. Eg kann royna og vilja og stríðast, men tað er eins og absurd, sum at toga í teg sjálva fyri at lyfta teg av gólvinum og uppá ein stól.
Kanska er tað tíðin, sum kann gera tað. Kanska verður tað ongantíð betur - kanska lærir man bara betri at liva við tí. Kanska er tað professionell hjálp, sum skal til. Kanska er tað ein blandingur av øllum. Og onkrum øðrum við, sum eg enn bara ikki havi funnið útav.
Sálarfrøðingurin heldur, at av tí, at vit vóru so tætt knýtt - eg var jú í stóran mun hansara førligheit og hansara talirør í so nógv ár - er tað ein serligur missur. Tað er ikki sum at missa eitt barn, sum er leyst av tær, tó at tað sjálvandi eisini knúsar tína verð.
Men at missa eitt barn, sum er ein integreraður partur av tær, er øðrvísi. Og tí verður reaktiónin eisini øðrvísi.
Í 12 ár havi eg borið og nanað og vent og lyft og matað og latið í og vaskað og skift og lurtað og handlað. Nátt og dag í 12 ár! Ikki í 2-3 ár, sum flestu foreldur gera.
Og tá onnur børn um 2-3 ára aldur støðugt gerast meiri sjálvstøðug, gjørdust eg og Benjamin tættari, tí jú meiri hann ynskti at gera og royna og uppnáa, jú meiri hevði hann tørv á mær.
Alt mítt nervasystem var gearað uppá at reagera - ikki bara uppá mínar egnu impulsir - men eisini uppá hansara. Var hann ov heitur ella ov kaldur? Hevði hann ilt? Skreið tað? Skuldi hann skiftast ella vendast? Hvat sá hann? Hvat mundi hann spyrja um? Hvat undraði hann, hvat gleddi hann, hvørjum bleiv hann keddur av? Hvat ynskti hann, hvat droymdi hann um, hvat tímdi hann? Hvørji orð ynskti hann at seta á? Nátt í dag í 12 ár.
Og nú eg havi tvær gentur, sum eru 2 og 4, kann eg staðfesta, at hóast kærleikin er tann sami, so er sambandið okkara millum tað ikki. Tær megna sjálvar. Benjamin hevði tørv á mær. Tær reagera sjálvar. Benjamin hevði tørv á, at eg reageraði fyri hann. Tær verða alsamt leysari av mær. Benjamin varð alsamt meiri bundin at mær.
Hann kundi ikki eingang sovna uttan at eg ella Ragnar hildu honum í eini serligari støðu, so at spasmurnar ikki fingu takið á honum, tá hann nærkaðist svøvninum. Sjálvt í svøvni - fleiri ferðir um náttina, tá hann skuldi vendast ella hevði spenningar - vóru vit har fyri hann.
- Fantompína í allari nervaskipanini, sigur sálarfrøðingurin.
Og eg visti í fyrstuni ikki heilt, hvat hon meinti. Men eg skilji tað væl nú. Og tað gevur so góða meining. Hendan rastleysheitin. Hesin vantandi førleikin at loysa fyrr so lættar uppgávur. Svøvnloysið. Orkuloysið. Pínan. Tyngdin. Darrandi vøddarnir og støðuga kropsliga órógvið, sum eisini órógvar høvdið og evnini at savna meg.
Tað eru ikki bara hjartað og kenslurnar, sum eru í knúsi - men eisini øll nervaskipanin, sum í 12 ár hevur handlað uppá tað minsta teknið frá Benjamini. Nátt og dag.
Eg havi so mangan skrivað, at vit vóru sum eitt. Ein eind, ein heild - og at man visti ikki, hvar eg byrjaði og hann endaði.
Og eg síggi nú, at hann var ikki bara mítt barn. Vit vóru ikki bara mamma og sonur. Men vit vóru veruliga ein eind - Hann var veruliga og bókstaviliga eitt forleingilsi av bæði mínum kroppi, tonkum og anda.
Og hóast eg fegin vil sleppa úr hesi støðuni - hóast hetta er so R Æ Ð U L I G T at vera í, so kann eg einki annað.
- Tað tekur tíð, sigur sálarfrøðingurin, og tú kanst ikki skunda undir tað.
Eitt er sorgin. Eitt er saknurin. Áh harragud, sum mær leingist eftir tær, Benjamin! Eitt er alt tað, sum øll foreldur, sum missa, fara ígjøgnum. Men so er tað eisini fantompínan. Reaktiónin frá øllum mínum nervasystemi, sum støðugt leitar eftir tí partinum av mær, sum er horvin. Sum pínir so, tí tað fær ikki samband við tann partin av mær, sum er horvin. Og einki, einki kann linna tað.
Eg royni. Eg royni alt tað, eg kann, fyri at sleppa burturúr hesi knúsandi og lammandi støðuni. Hetta er so fjart frá mær - eg kenni ikki meg sjálva aftur. Altíð álítandi, altíð fleiri krevjandi arbeiðsuppgávur í senn. Aldrin fullan svøvn, tí eg so ofta vendi Benjamin hvørja nátt. Umframt Benjamin eisini tvær yngri gentur. Mann, heim, vinfólk. Kortini ongantíð strongd. Ongantíð var nakað eitt problem.
Nú kenni eg ikki meg sjálva aftur.
Og eg veit ikki, hvar eg sjálv bleiv av. Hugsi ofta, at ein stórur partur av mær varð jarðaður saman við Benjamin. Eg havi í øllum førum ikki verið heil aftur síðani.
- Jaman varð ein stórur partur av tær ikki jarðaður, tá Benjamin fór, spurdi sálarfrøðingurin. Var Benjamin ikki ein partur av tær?
Eg havi hugsað um tað. Og jú. Tað var hann veruliga. Hann var veruliga inngrógvin partur av mær. Mín kroppur styðjaði hansara. Mínir tankar avkodaðu hansara. Míni orð vóru hansara. Vit vóru ein eind.
Og tí er tað eingin ivi um, at ein partur av mær veruliga varð jarðaður, tá Benjamin fór. Hann var jú ein partur av mær.
Eg havi roynt at koma fyri meg. At halda á. At herja á.
Men eg kann ikki forcera tað. Nú eri eg sjúkameldað. Eg gráti. Merki. Syrgi. Leingist. Eri. Royni at minnast. Og bara tað er nokk. Bara tað er faktiskt størri belastningur, enn eg í grundini klári. Og tí megni eg stórt sæð einki annað umframt.
Eg havi sagt tað so leingi, at eg ikki orki. Eg skuldi havt lurtað eftir mær sjálvari nógv fyrr.
So tit kunnu spyrja meg hvussu tað gongur, um tit antin bara ynskja at siga hey - ella um tit veruliga vilja vita tað.
Men latið fyri guds skyld vera við at spyrja við tí undirtónanum, at eg nú "eigi at" hava fingið tað betri. Og at eg heldur má taka meg saman og koma víðari. Latið vera við at spyrja leiðandi spurningar um, at: nú er tað farið at lætna, ha? Nú gongur tað betur, ha? Tað hjálpir mær ikki - tvørturímóti.
Eg geri alt tað, eg kann. Men eg kann so lítið gera.. Eg royndi at "taka meg saman" frá mai til januar. Tað fekk meg niður við nakkanum, heilt út á eggina, har eg næstan fór útav og krasjaði. Nú eri eg send aftur til maj. Aftur til tað støðið eg var á, tá eg byrjaði at pakka Benjamin niður fyri at megna at halda fram, arbeiða, eksistera.
Tað gekk ikki, og nú eri eg aftur, har eg var, tveir og ein hálvan mánað eftir, at Benjamin so brádliga fór. Tað er helviti á jørð.
Men her verði eg verandi so leingi, sum tað krevst. Inntil eg aftur megni at stíga uppá stólin sjálv, heldur enn at royna at lyfta meg sjálva uppá hann.
Myndirnar niðanfyri: Nátt og dag í 12 ár var mín nervaskipan innstillað - ikki bara uppá mín egna kropp - men uppá Benjamin. Hann = vit. Stórt sæð alt, sum hann gjørdi, gjørdi hann ígjøgnum meg. Og nú leikar mín nervaskipan í, tí hon finnur ikki tann partin av mær, sum so brádliga hvarv hin ræðuliga 12. februar 2018.
Fantompína. Tað gevur so góða meining!

Benjamin fangar froskar í Vestre Kirkegaard - 8 ár |
Benjamin slær tunnu á Solbakkanum - 6 ár |
Benjamin svimur í Reyðahavinum - 5 ár |
Benjamin situr á kantinum á svimjihylinum á hotellinum í Egypalandi og spruttar - 5 ár |
Benjamin ger marsipankonfekt undan jólum. Tvey fólk, ein eind, eitt fyriklæði.. - 3 ár |
Benjamin sovnaður hjá mær, eins og hann gjørdi hvørt einasta kvøld, tá hann ikki sovnaði hjá pápa sínum - 7 ár |
Kommentarer
Send en kommentar