Lívið er fjalt handan deyðan.



Eg havi í dag lurtað eftir gomlum útvarpssendingum við mær sjálvari. Ljóðar kanska løgið. Men fleiri ferðir havi eg verið í útvarpinum og greitt frá, hvussu lívið við Benjamin var. Hvussu vit fokuseraðu á tað góða, tað sum bar til, tað, sum gleddi okkum. Vit dugdu tað so væl. Við láturmildari og orkuríkari rødd tosaði eg. Flenti ofta, hóast tað var bæði húðleyst og inniligt, sum eg greiddi frá.

Og herfyri fann eg eisini eina gamla Kvinnu aftur.

Um eina unga Eydnu, sum skuldi fara til Barcelona at lesa - og hava sítt lítla heilaskadda barn við. »viljin til lívið er sterkastur« var yvirskriftin. Og greinin snúi seg um eina yvirskotsríka Eydnu við nógvari orku. Einki var nakað problem. Sum tað mest natúrliga í verðini fóru vit til Barcelona - og eg sá veruliga ikki, at tað skuldi vera tann stóri trupulleikin. Einki var nakar trupulleiki - man skuldi bara halda seg til og gera tað.

Tað var gott at hoyra sendingarnar aftur. Lesa greinina. Verða mint á alt tað góða, sum var. Árræði. Gleðina. Kærleikan. Við mínum egnu orðum. Við mínum egna tónalagi.

Tí tað veit gud, at tað er hvørki orka ella látur í røddini longur.

Eg eri sannførd um, at eg byrjaði aftur til arbeiðis alt ov skjótt, eftir at Benjamin fór. So beit eg tenninar saman í eitt hálvt ár - og nú eri eg slongd aftur til støðuna, sum hon var áðrenn summarferiuna. Eg eri aftur púra, púra ferdig.

Eingin orka. Eingin brúsandi gleði. Einki drive. Eingin málsetningur.
Strongd fólk skulu ikki gera nakað, las eg ein dagin. Og um øll hava tað sum eg, so gevur tað seg sjálvt, tí eg orki heldur ikki at gera nakað.
Ein dagin ruddaði eg eina skuffu. Ein dagin gjørdi eg døgurða. Tríggjar dagar tók tað mær at gjøgnumganga eitt skáp á wc'num við fýra hyllum. Hvønn dag kendist tað, sum eg hevði runnið eitt marathon aftaná.

Eingin orka. Yvirhøvur.

»Tað er einki galið við tær«, sigur sálarfrøðingurin, sum eg nú eri farin at ganga hjá, tá eg greiði henni frá um, at eg á ongan hátt eri, sum eg eigi at vera.

»Tað, at tú nú krasjar, prógvar júst, at tað ikki er nakað galið við tær. Tað prógvar tvørturímóti, at tú fungerar, sum tú skalt, tí nú sigur kroppurin stopp fyri teg. Man kann ikki missa sítt barn og so bara halda fram, sum áður. Øll hesi symptomini, sum tú stríðist við, prógva netupp, at tú ert normal.«

Tað var deiligt at hoyra. Tí eg havi ongantíð, nakrantíð verið nær námind soleiðis fyri, sum eg havi verið hetta seinasta árið. Og tað er ringt at góðtaka, at eg ikki megni ting - púra vanlig ting - sum at gera mat ella arbeiða ella spasera (ikki eingang venja - tað er als ikki hugsingur um - men bara spasera. Eg orki so ófatiliga illa).

Men tað, sum eg eri allar, allar harmast um - tað, sum fyri meg er tann sanna katastrofan - tað er, at eg  ikki megni at koma afturum tað vikuskiftið, tá Benjamin doyði.

Alt tað framúrskarandi góða. Allur láturin. Allar tær sonnu eydnuløturnar, sum merktust í hvørjari kyknu í kroppinum. Alt takksemið. Tað havi eg mist burtur.

Tí eg megni ikki at koma afturum tað vikuskiftið, tá hann so brádliga bleiv sjúkur og doyði. So knappliga. So óvæntað. Hví sá eg tað ikki? Hví sá eg ikki, hvussu álvarsom støðan var?

Tað ræðuliga lagnuvikuskiftið stendur sum ein múrur ímillum nútíðina og tað góðu fortíðina, sum eg havi so nógv brúk fyri, fyri at kunna halda á. Finna frið. Finna gleðina aftur. Eg má onkursvegna finna aftur til tað góða, sum var, fyr at fáa tað góða innaftur nú. Fyri at køva sorgina - ella í øllum førum linna hana nakað.

Í sanginum, sum vit yrktu til jarðarferðina, skrivaðu vit:

Takk fyri, góða barnið, alt, sum tú lærdi meg
um tol og styrki, kærleika og gleði.
Góð minni okkum hjálpa á hesum tunga veg.
Títt smíl fer at geva okkum megi.


Longu millum deyðsstundina og jarðarferðina hevði eg innsæð, at eg hevði tørv á minnunum og gleðini fyri at koma víðari. Eg var so klár yvir tað, at eg skrivaði tað í sangin, sum eg yrkti honum.

Men eg sleppi ikki til tey góðu minnini. Tey eru innistongd í fortíðini, sum eru aftanfyri vikuskiftið, tá hann varð sjúkur og doyði. Og tað vikuskiftið er ikki nakað orkugevandi minnið - tvørturímóti.

Tí var tað gott at hoyra allar sendingarnar aftur í dag. So fullar av gleði. So fullar av takksemi og vón - og kærleika. Eingin sorg, men ein djúp viðurkenning av, at lívið kann enda. Og at tað fer at enda. Og tað setti alt í perspektiv.

Men nú er deyðin veruleikin. Og eg mangli lívið undan deyðanum, tí tað er tað einasta, sum kann seta deyðan í perspektiv. Men eg røkki ikki eftir tí.

Eg røkki ikki eftir tí gleðini, sum kann linna hesa sorgina, sum etur meg upp.

Kommentarer