Hurra - meg droymdi ein livandi Benjamin!

Eg droymdi um Benjamin í nátt. Hann livdi.

Eg havi ikki droymt hann í sera, sera, sera langa tíð. Eg eri ikki sloppin afturum handan ólukku deyðsdagin í fleiri mánaðir. Altíð hevur hann verið deyður ella doyggjandi. Onkuntíð enntá jarðaður. Ongantíð livandi..

Men í nátt droymdi eg, at vit sótu í okkara íbúð á Solbakken. Vit skuldu flyta, og teir nýggju leigararnir vóru longu komnir inn. Tey vóru glað. Eg var eitt sindur kedd og sorgblíð, minnist eg.

Vit sótu bara har - eingi av okkara tingum vóru har, men av onkrari orsøk vildi eg ikki fara avstað.

Og so komu teir nýggju leigararnir at vísa okkum runt. Við sprudlandi gleði og boblandi optimismu vístu tey okkum íbúðina, sum við eitt var blivin nógvar ferðir størri - hon hevði ein kempi køk, stóra stovu og eitt gigantiskt spælirúm. Altso.. eina stóra høll, sum var full av spølum og umstøðum til rørslu.

Eg minnist, at eg var forharmað og melankolsk - og eg var eitt sindur øvundsjúk.

***

Og so er tað, at man fer at hugsa um, hvat dreymurin merkir. Og eg haldi, at eg í hesum førinum havi nokkso gott boð um tað.

Tí herfyri fekk eg ein tanka. Ella.. tað var ikki eingang ein veruligur, tilvitaður tanki - meiri bara ein kensla ella eitt tankastroyggj.

Eg hevði verið á facebook og hevði sæð fleiri av mínum vinum og kenningum, sum júst høvdu fingið ella skjótt fóru at fáa smá.
Og so kom hendan kenslan, hetta tankabrotið: familjurnar hjá øllum øðrum vaksa. Men mín er minkað.

Dagføringar sum: "So blivu vit 5" ella "Skjótt verða vit 4" (slíkar, sum eg sjálv havi skrivað við báðum gentunum) - fáa bara ein annan klang, tá tín egna familja er farin hinvegin frá 5 til 4. Tað elur eina forharmaða og melankolska kenslu. Ikki tí man ikki unnar hinum sína eydnu, men tað er ein sníkjandi undran ella ivi. Og eg hevði viljað, at tað var eg, sum kundi skrivað eina slíka dagføring.

***

Kanska var tað hetta, sum onkursvegna spøkti aftur í hesum dreyminum. Hjá hinum byrjar lívið - og alt veksur. Hjá okkum endaði tað. Minkaði aftur. Men eg vil ikki ordiliga sleppa tí, sum var, og fara víðari. Eg siti enn í íbúðini, sjálvt um hini eru flutt inn. Skiftið er hent. Men eg siti har enn.

Hetta var ikki nakar serliga góður dreymur. Tað var heldur ikki nakar ringur dreymur.

Men Benjamin var har - hann livdi og sat í sínum koyristóli. Eg slapp endiliga, endiliga afturum deyðsdagin. Og eg taki hetta sum eitt tekin um, at eg loksins aftur eri farin at arbeiða ótilvitað við hesi sorgini og royna at elta hana ígjøgnum, nú eg eisini tilvitað eri farin at seta hana á skrá aftur.

Tað er mín lummapsykologiska niðurstøða í øllum førum.

Og um tað er so, so er tað - um ikki annað - tað góða.

Og so tað, at eg í eina lítla løtu í nátt aftur átti ein livandi drong. Tað var gott. Tað fær meg at smílast.

Og alt tað, sum er gott, royna vit at fokusera uppá!


Kommentarer