Tann, sum druknar, rópar ikki eftir hjálp..

Sjúkameldað.

Óarbeiðsfør.

Stressað.

Av berum longsli. Av sterkari sorg.

Man kann ikki pakka sína sorg niður. Man kann ikki lata sum um, at hon ikki er har. Og man kann ikki bæði merkja hana og passa hana (tí jú, víst skal hon bæði merkjast og passast dagliga) og samstundis makta at arbeiða og loysa uppgávur á høgum støði. Og taka sær av hinum børnunum og heiminum.

Man kann tað ikki. Og eg havi sagt tað leingi, at orkan gongur undan. At eg havi kent tað, sum um eg drukni. At eg ikki makti tað.

Kortini var tað ein vinkona, sum fór til læknan fyri meg. Tí eg hevði ikki farið sjálv, hóast eg væl visti, at tað var heilt galið. At eg var um at drukna.

Men tann, sum er um at drukna, rópar ikki eftir hjálp. Tað kann hann ikki. Tað hevur hann ikki orku til. Hann stríðist fyri at anda. Vera. Halda munninum omanfyri vatnskortpuna og eksistera.

Góð fólk handlaðu fyri meg. Fingu meg upp á turt.

Nú eri eg sjúkameldað. Tað er ein lætti.

Eg havi leingi vitað tað. Óarbeiðsfør. Nú er tað staðfest. Eg siti afur heima og gráti. Tað er ræðuligt. RÆÐULIGT. Men gott.

Man verður óarbeiðsfør av at missa sítt barn.

Man kann ikki pakka tað niður. Lata sum um, at alt er ok. Halda á, sum um einki er hent.

Tí so druknar man.



Kommentarer