Yin og yang opinbering

í dag gekk nakað upp fyri mær.

Alt gott, sum fer at henda frá nú av, fer at hava eitt men. Allar tær stóru, góðu løturnar, sum eiga at vera 100% eydnuríkar, fara nú at hava ein skugga.

So ræðuliga ofta havi eg hugsað, at ein løta ella ein uppliving er perfekt. At einki manglar. At eydnan var fullkomin.

»If I could make a wish I think I'd pass. Can't think of anything I need«, sang Lennon.

Eg havi havt hesa kensluna so ræðuliga ofta. Men eg kann ikki longur syngja við her.

Tí eg fari altíð at hava eitt ynski, og eg fari altíð at hugsa um, hvat mær manglar og hvønn eg hevði ynskt at havt hjá mær.

Í øllum eydnusomum løtum fer tað altíð at vera eitt men. Tað verður ongantíð aftur bara 100% eydnusemi.

Tað er ein sláandi tanki.

Hinvegin - kann man so siga - so fara komandi tungar løtur somuleiðis at hava eitt men..

Flestallar tungar upplivingar verða nú sammettar við at missa Benjamin - og sammett við tað, missir nærum alt ringt sína tyngd.

Sammett við at missa Benjamin, verða flest allar ringar upplivingar hereftir als ikki so galnar, kortini.

Tað er, sum fati eg nú heimin ígjøgnum yin og yang. Higartil hevur hetta verið eitt abstrakt hugtak, men nú er tað sera ítøkiligt.

Okkurt ringt verður altíð við øllum góðum, tí eg fari altíð at mangla hann. Og okkurt gott verður við øllum ringum - tí einki verður eins ringt, sum at missa hann.




Kommentarer