Stuttsøguskriviskeið

Eg havi verið á skriviskeiði.

Man kundi kanska trúð, at eg fái nóg mikið av skriving við at sita við telduna allan arbeiðsdagin, mangan á kvøldi við - umframt at eg eisini skrivi hendan bloggin fyri at sleppa av við tankarnar.

Men tað, at Benjamin er farin, hevur fingið meg at hugsa øðrvísi.

Eg ynski at gera tað, sum eg havi hug til. Sum eg brenni fyri. Ikki bara ætla mær ella ynskja tað.

Gera tað!

So nú gjørdi eg tað. Fór á eitt skriviskeið á Háskúlanum.

Ein av uppgávunum var at fara á ekskursjón, sum tað so fínt eitur. At fara út at eygleiða, sansa og varnast.

Vit gingu av háskúlanum oman í Havnar Kirkju til matiné við orgulkonsert.

Heimafturkomin skuldu vit skriva eina søgu á presis 300 orð + eitt orð til yvirskrift. Vit skuldu nýta ein lut, sum vit høvdu sæð á vegnum, og luturin skuldi onkursvegna verða í eini konflikt ímillum tvey fólk, sum vit høvdu sæð á vegnum.

Tað skuldi vera ein dialogur í søguni, og vit skuldu lýsa eitt huglag.

Undir fyrsta lagnum hjá organistinum mátti eg bara fara úr brillunum, tí tárini runnu so stríð. Tað gera tey altíð í Havnar kirkju, tí stemningurin har sleppur inn um mína fasadu, eftir at Benjamin fór.

Men so fekk eg samlað meg aftur og hetta var søgan, sum kom burturúr.

.........

Orgulkonsert

Hon sansaði ein undarligan leygardagasstemning í kirkjuni. Fólk í gerandisklæðum, sum tosaðu hart; flentu. Og so hesir útlendingarnir, sum kleyraðu runt. So virðingarleysir. Uppi við doypifontin - og beint har, sum kistan hevði staðið.

Harragud. Nú kom eitt og vildi sita her. Ung. Hægst 25. Við rottuhalum, knallreyðum ski-jakka og kavabuksum. Á hásumri.

- Halloo, segði norski turisturin smílandi.

Hon ók mótvilliga inneftir ljósabrúna beinkinum og kveitti demonstrativt í skránna fyri konsertina.

Ein av sálmunum var »Deyði, hvar er nú broddur tín«. Seinasta reglan ljóðaði: »Tøkk fái Guð fyri lívið«.
Undarligt, at byrja við “deyða” og enda við “lívi”. Burdi tað ikki verið øvugt?

Nei. Deyðin er jú fortreytin. Longu áðrenn lívið bíðar deyðin.

Fyrstu tónarnir ljómaðu. Ljósir tónar. Lættir og flákrandi, sum spurvar á flogi. Upp og niður, fagurliga látandi, flaksandi við veingjunum og síðani sveimandi.

Turisturin smíltist.

Men hon fekk andaneyð. Orkaði ikki hesa gleðina.

Spakuliga komu myrku tónarnir við. Tíbetur. Teir tungu, døpru, sum endurspeglaðu lívsins veruleika. Harðari og harðari – sum um orgulleikarin hamraði nevarnar niður á lágu tangentarnar. Hásar blástu pípurnar hesar darrandi, døpru og djúpu tónarnar út í kirkjurúmið.

Tónar, sum drupu alla vón.
Tað lætnaði.
Ja, staðfesti hon. Soleiðis er tað. Hon smíltist, tí hon fekk speglað sær. Soleiðis er tað!

Men turisturin øtaðist. Spílaði eyguni upp og rykti skránna frá henni.
- Hva er dette? Spurdi hon forfard og royndi at lesa seg til, hvat hetta var.
- Tú veist so lítið, svaraði hon á føroyskum, meðan hon harðliga skrykti skránna aftur frá hini ungu.
So lítið um lívið.

Tann unga snaraði sær ímóti orgulspælaranum. Sum ætlaði hon soleiðis at fyrireika seg uppá tónarnar, sum komu.

Nei, góða, hugsaði hon. Tú kanst ikki fyrireika teg, sama hvønn veg tú enn vendir.
Tónarnir raka teg allir uttan ávaring. Fyrst teir ljósu. So teir myrku.




Kommentarer