At fylgja Benjamin aftur og aftur og aftur..

Síðani Benjamin doyði, havi eg verið til seks jarðarferðir.

Sjálvt um eg eri fokuserað og samlað, tá eg fari inn og heilsi uppá tey avvarandi, so er tað, sum um skalið verður flust uttanav mær við hvørjum orði frá prestinum.

Sum um orðini um deyða og vón, sorg og trúgv bara upploysa mína verju.

Alt, sum verður sagt, handlar um Benjamin. Alt, sum verður sungið, snýr seg um hann. Øll orð um troyst, verða sogin inn um. Øll orð um stóru sorgina og tómrúmið spegli eg mær í.

Eg fylgi honum aftur og aftur og aftur.

Til hansara jarðarferð var alt sum ein toka. Eg merkti umsorganina frá øllum, sum vóru har, og eg var takksom - og glað fyri at alt gekk so væl. Tá tú ert avvarandi situr tú í grundini eisini sum fyriskipari av hesum stóra tiltakinum - jarðarferðini - sum varar tveir dagar. Tú hevur høvdið fult av avgerðum og handlingum, samstundis við at tú ert fullkomiliga í sjokki - og tú hevur ikki ordiliga møguleika fyri taka alt inn, sum gongur fyri seg - á sama hátt, sum tú kanst gera, tá tað er komið eitt sindur uppá avstand.

Eg eri komin hartil, at tá eg møti fólki úti, megni eg rímiliga væl at tosa um Benjamin og alt, sum hendi. Eg havi bygt mær eina rættiliga sterka verju upp -  soleiðis í gerandisdegnum.

Men beint eftir eina jarðarferð eri eg totalt blottað. Tá stríðist eg við at halda saman uppá meg sjálva. Tað er verri enn so altíð, at tað eydnast, og summatíðir eri eg bara totalt upployst.

Onkuntíð megni eg at bíta meg sjálva í vørrina, fokusera uppá okkurt annað og blinka tárini burtur, áðrenn tey fara at renna.

Onkuntíð megni eg eina heila jarðarferð uttan at krakelera.

Men.. um so fólk koma at heilsað uppá meg beint eftir jarðarferðina - um tey koma at kondolera mær og vita, hvussu tað gongur, so megni eg ikki at svara. So brestir skroypiliga fasadan, sum eg stríðist so fyri at halda saman.

Soleiðis var tað í dag, tá eg var til jarðarferð. Undir jarðarferðini megnaði eg at halda saman, men fýra ferðir eftir at vit komu út - beint uttanfyri, á kirkjugarðinum og til ervið - misti eg tamarhaldið, tá fólk fóru at tosa um Benjamin, og hvussu vit nú høvdu tað. Eg kláraði ikki at svara teimum nakað orð, og tárini bara fossaðu.

Herfyri skrivaði eg, at eg nú var komin so langt, at eg hangi saman uttaná.

Kanska eri eg framvegis ikki komin so nógv longri enn tað..


Kommentarer