tómrúmið innaní..

Eg vaknaði í nátt - mátti upp. Sá, at klokkan var 02.

12. oktober kl 02.

Fyri presis 8 mánaðum síðani var tað júst kl 02, at tað so knappliga og óvæntað bleiv kritiskt úti á teirri annars so tryggu stovuni á barnadeildini.

Løgið, at tað skal sita so fast í kroppinum, ha? At eg vakni - at eg má upp?

Men tað ger tað. Tað er so fysiskt. Akkurát átta mánaðir eru farnir.

Nú er sera sjáldan, at eg møti fólki, sum ikki hava kondolerað ella sett orð á tað. Lívið koyrir líkasum áðrenn. Vit gera aftur tað, sum vit plagdu at gera. Arbeiða, fara til frítíðarítriv við gentunum, venja, planleggja.. Fólk práta við okkum, sum tey gjørdu áðrenn. Onkursvegna er tað gott. Befríandi.

Men kortini er tað tungt, tí einki er tað sama. Eg eri ikki, sum eg var áðrenn, sjálvt um eg útatil síggi út til at vera tað.

Tað er framvegis ikki ein løta á nøkrum degi, har Benjamin ikki liggur í bakhøvdinum. Allasomlu tíðina.

Fleiri ferðir um dagin má eg summa meg, tí tað til dømis kemur:
..ein angi (sum tá eg ein dagin merkti somu Boss perfumu, sum Benjamin elskaði)
..eitt ljóð (sum tá ein hotell-musakkur herfyri hevði júst somu ljóð í sær, sum Benjaminsa matmaskina, tá battaríið var uppi)
..eitt lag (til dømis Rasmus Seebach ella Coldplay ella tann nýggi sangurin hjá Lenu um ein, sum hevur mist, ella 1000 aðrir sangir, sum vit hava lurtað eftir, dansað til ella sungið hart afturvið)
..eitt minni (sum tá vit i fyrradagin flettu og eg stóð hjá Vársól, sum slapp at draga vilini - sum annars var Benjaminsa fasta uppgáva saman við Fríðu-fastur)
..eitt refleks (sum tá eg herfyri fór inn í ein smalan elevator, og í andanum flutti Benjaminsa hendur upp í fangið á honum, so tær ikki skuldu kroystast millum hjólini og hurðaopið).

Alla tíðina, allan dagin eru ein millión ting, sum minna meg um Benjamin. Sum aktiverað sansirnar og toga skuffuna í heilanum upp. Ofta smílist eg, ofta skal eg bara líka summa meg. Aðrar tíðir renna tárini bara stillisliga, uttan at eg fái steðgað teimum. Onkuntíð má eg skunda mær at steingja alt av, tí støðan ikki loyvir eini reaktión - men so kemur hon seinni. Bilurin og wc eru til dømis góð støð at avreagera.

Og sjálvt um eg nú koyri á, sum vant, so er einki sum vant. Einki er, sum tað var.

Sat inni á Pinterest ein dagin og kom fram á hesa standmyndina av Albert Gyorgy.

Hon sigur alt.

Fólk spyrja: nú, hvussu hevur tú tað?
Eg svari, at tað veit eg ikki..

Men svarið er, at eg havi tað akkurát soleiðis!

Akkurát soleiðis kennist tað innaní - nú 8 mánaðir eru farnir.







Kommentarer