37 ár - at siga takk mugu vit ikki gloyma
At fylla 37 ár er ikki nakað soleiðis serligt. Tað er bara eitt tal. Ikki sum 35 ella 40. Bara 37. Eitt livurposteital til eitt livurposteilív, sum tey flestu 37 ára gomlu liva. Livurposteimatpakkar og húsalán og at drøna runt við børnunum. Tað plagar at vera tað, sum 37 hevur at bjóða. Kortini stúrdi eg fyri hesum degnum. Tí sjálvt um tað "bara" bleiv 37 hesuferð, so er tað hóast alt ein føðingardagur. Og at halda føðingardag - 37 ára føðingardag - tá tú veist, at títt barn ongantíð aftur fer at fylla - er absurd. Tað er veruliga so absurd, at eg kláraði næstan ikki at fyrihalda meg til tað. Eg vaknaði kl farin av 04 við, at Vársól spýði á meg. Óluva Lín spýði um vikuskiftið, og vit hugsaðu, um Vársól mundi vera sloppin undan. Men gakk. Tað var fyrsta føðingardagsheilsanin, og tað var nøkulunda soleiðis eg sjálv eisini hevði tað við tankan um hendan dagin. Vaml og møði. Eg fekk andvekur, hóast hon sovnaði aftur alt fyri eitt, og Ragnar syrgdi fyri at geva henni tur...