12. mars - livandi vár!
Eg var úti og gekk mær ein langan túr eftir rossagøtuni í gjár - 12. mars. 1 ár og ein mánað, eftir at Benjamin fór. Og eg hugsaði um hann. Og eg hugsaði um, hvussu nógv er hent við mær bara hendan seinasta mánaðin. 12. februar var so ófatiliga tungur at koma forbí. Sum heild hava seinastu mánaðirnir - frá desember, tá hann hevði føðingardag, jólini, nýggjárið, tungi, myrki januar, tá eg krasjaði og bara græt av berum maktarloysi, februar, tá vit komu til vikuskiftið, tá hann bleiv sjúkur og doyði, deyðsdagin - og so inn í mars, tá vit komu til føstulávintsmanadag, sum var hansara deyðsdagur í fjør - verið heilt ófatiliga tungir. Altso.. so heilt, heilt ófatiliga tungir. Eg havi hildið, at eg fór at gerast ør, og at eg ongantíð, nakrantíð fór at megna at koma uppundan aftur. Men eg havi tað betur nú. Sjúkameldingin er liðug mánadagin, og sálarfrøðingurin heldur, at eg eri klár at fara aftur til arbeiðis spakuliga - hálva tíð at byrja við. Eg føli meg eisini klára - føli, ...