Seinasta vikuskiftið enn einaferð á replay
Í dag eru 9 dagar síðani 12. februar, tá tú doyði. Tað var ein harður, harður dagur. Men tað er langt frá yvirstaðið enn. Eg merki eina vaksandi órógv í kroppi og sinni. Nú kemur alt aftur fyri aðruferð, tí tú doyði á føstulávint. So nú koyrir alt aftur á replay. Eitt paralellt spor, sum fylgir tíðini, og endurspælir títt seinasta vikuskifti. Í dag - føstulávintsfríggjadag - fórt tú í skúla sum ein rúmdarmaður. Glaður, spentur - í góðum lag. Seinnapartin var tað, at tey ringdu og søgdu, at tú vart sjúkur. Eg fór heim við tær. Hví fór eg ikki bara beint út á sjúkrahúsið? Í morgin var tað, at øll her í gøtuni komu at sláa tunnu. Hví avlýsti eg ikki og fór á sjúkrahúsið við tær? Í annaðkvøld var tað, at allir menninir hjá babba vóru her og slóu tunnu. Hví fór eg ikki bara avstað við tær? Sunnudagin var eg úti og skreiddi við gentunum. Eg helt, at tú var í bata. Hví fór eg ikki bara oman á sjúkrahúsið við tær fyrr? Sunnukvøldið sannaði eg, at tú vart ikki í bata. Tú versnaði. T...