óh óh - ólavsøka!
...og soleiðis fór enn eitt ár, og nú var aftur ólavsøka. Ólavsøkan, sum eg altíð havi elskað. Og sum Benjamin eisini elskaði, tí hann altíð - síðani hann var 7 mánaðir gamal - var ein super lekkur ólavsøkusjeikur við væl greiddum hári, silvurknappum og føroyskum klæðum. Ólavsøkan, tá vit altíð hava havt kalt borð og sprenfult hús. Verið til setanina, kappróðurin, úti og malið á Áarvegnum - har vit steðgaðu aaaallatíðina, tí Benjamin kendi so nógv fólk - til midnáttarsangin og kvøðið Ormin langa - og so eg við eini vinkonu undir armin, inntil beinini ikki orkaðu meiri. Eg elski ólavsøkuna. Eg plagi at elska hana. Men nú hugsi eg bara: óh óh - ólavsøka! So vit eru rýmd undan konfrontatiónini. Undan tankanum um øll hasi fólkini, sum komandi dagarnar savnast. Øll - uttan ein. Mín! Við halanum millum beinini eru vit rýmd til Norðskálar. Og her vera vit, inntil ólavsøkan er væl og virðiliga yvirstaðin. Orki ikki tankan um fult hús og full fólk, sum skulu kommentera, at Benjam...