At fylgja Benjamin aftur og aftur og aftur..
Síðani Benjamin doyði, havi eg verið til seks jarðarferðir. Sjálvt um eg eri fokuserað og samlað, tá eg fari inn og heilsi uppá tey avvarandi, so er tað, sum um skalið verður flust uttanav mær við hvørjum orði frá prestinum. Sum um orðini um deyða og vón, sorg og trúgv bara upploysa mína verju. Alt, sum verður sagt, handlar um Benjamin. Alt, sum verður sungið, snýr seg um hann. Øll orð um troyst, verða sogin inn um. Øll orð um stóru sorgina og tómrúmið spegli eg mær í. Eg fylgi honum aftur og aftur og aftur. Til hansara jarðarferð var alt sum ein toka. Eg merkti umsorganina frá øllum, sum vóru har, og eg var takksom - og glað fyri at alt gekk so væl. Tá tú ert avvarandi situr tú í grundini eisini sum fyriskipari av hesum stóra tiltakinum - jarðarferðini - sum varar tveir dagar. Tú hevur høvdið fult av avgerðum og handlingum, samstundis við at tú ert fullkomiliga í sjokki - og tú hevur ikki ordiliga møguleika fyri taka alt inn, sum gongur fyri seg - á sama hátt, sum tú kanst g...