Mamma, nær fara vit til himmalin eftir Benjamin?
Óluva Lín, sum fylti 4 ár knappar tríggjar vikur eftir, at Benjamin doyði, hevur spurt og sett orð á. Grátið og skeldað. Reagerað. Og eg havi sum frægast roynt at greitt frá og svarað - at rúmað og skilt. Nakrar vikur eftir, at Benjamin doyði, spurdi hon, nær hann kom aftur. "Ongantíð" er eitt hart svar, tá tú júst er blivin fýra. Og tað er torført at skilja. Hon bað ofta um at sleppa út á grøvina - so kom eitt tíðarskeið, har hon ikki vildi út har - og nú uppsøkir hon aftur kirkjugarðin - nakað, sum barnagarðurin hevur dugað fyrimyndarliga væl at loftað. Tá Hjálpartólamiðstøðin hevði verið her eftir Benjaminsa song, stólum og loftslyftu, græt hon sáran ein heilan dag. Tað var akkurát sum, at hon tástani skilti, at hann ikki kom aftur. Ongantíð. Ofta fer hon inn í kamarið hjá honum og kemur grátandi út aftur við onkrum luti, sum hann átti. Eg havi roynt sum frægast at ugga - og eg veit bara, at tað einasta, sum uggar meg, er vónin um himmalin. So eg segði hen...