Eitt ár síðani seinasta vikuskiftið..

Í morgin er tað eitt ár, síðani tú fórt.

Hesa seinastu vikuna havi eg endurlivað alt. Í veruligari tíð.

Tíð. Tað er eitt so undarligt fenomen. Sum í einum filmi havi eg sæð alt, sum hendi í fjør, fyri mær

Tú doyði ein mánadag. Faktiskt í dag, tó at dato'ið í ár er flutt til í morgin, týsdag. Í morgin er tað 12. februar. Men í dag er tað mánadagur. Í fjør var tað føstulávintsmánadagur. Og tá doyði tú.

Men hesar seinastu dagarnar havi eg støðugt hugt at klokkuni og minst og hugsað um, hvat hendi fyri einum ári síðani.


Hósdagin sá eg okkum bæði við køksborði. Eg hevði verið og keypt eina hvíta málingadrakt, tí vit høvdu avtalað, at tú skuldi vera ein astronautur í skúlanum fríggjadagin, tá tunnusláttur var.

Eftir døgurða sótu vit og teknaðu á draktina. Leitaðu eftir NASA merkjum á netinum og teknaðu av. Dagur og vika var frá inni í stovuni, men vit høvdu als ikki stundir at hyggja. Vit teknaðu og teknaðu.
Og vit kliptu og límaðu, so tín koyristólur eisini kundi grýlast.
Vit prátaðu og tú vart áhugaður og bedømmaði, um tað, eg gjørdi, var nóg gott.

At enda orkaði tú ikki at sita longur, so tú bleivst gjørdur klárur at fara í song og sat so hjá babba í sofuni, inntil tú svav.

Eg sat uppi til langt út á náttina hóskvøldið og teknaði, klipti og límaði, so alt skuldi vera klárt. Og tá alt var liðugt, skundaði eg mær at pakka títt stóra gula kuffert, tí tú skuldi fara "at ferðast" í Mýrusóljuni í Runavík. Sondumat, sproytur, slangur, forleingilsisslangur, medisin, saltvatn til maskuna, blæur, 4 sett av skiftiklæðum, tvey sett av náttklæðum, "menna-shampoo", sum angaði so væl, eina bók ella tvær, troyggjur, hosur - og alt, sum tú kundi fáa brúk fyri. Eg minnist tað enn og kundi enn í svøvni pakkað alt, sum tú skuldi hava við, tá tú fórt.

Morgunin eftir - fríggjamorginin - vart tú so spentur. Eg síggi fyri mær, hvussu eg fór inn í kamarið til tín, og tú vart so sera glaður, tá eg vísti tær lidnu grýluklæðini. Eg lat teg tey í beinanvegin, áðrenn tú fórt upp at maska og gera teg kláran til dagin. Tú spjálkaði og gjørdi tíni eyðkendu gleðisljóð.

Óluva Lín var so spent. Hon helt eisini, at tað var kul at eiga ein astronaut-beiggja. Eg síggi fyri mær, hvussu babba kom rennandi í seinastu løtu við motorsúkkluhjálminum og hvussu vit í skundi kliptu eitt nýtt NASA merki at líma á hann. Og so avstað í skúla.


 


Eg síggi fyri mær, hvussu vit seinni uppá dagin sita her í sofuni. Tú fórt ikki til Mýrusóljuna, tí tú vart blivin sjúkur út á seinnapartin.
Vit sótu her og klemmaðust - beint her, sum eg siti nú og skrivi. Beint her satst tú og vart slækkur. Og eg tók eina mynd og sendi hana til babba.



Eg síggi fyri mær ta náttina. Náttina til leygardagin, tá tú einki svav. Vit vóru uppi og maskaðu og nanaðu - og eg gav tær vatn í munnin við eini sproytu.

Eg síggi fyri mær leygarmorgunin, tá alt grannalagið kom at sláa tunnu her. Hvussu eg og omma í skundi bakaðu føstulávintsbollar, meðan tú sat og maskaði. Troyttur - tú hevði jú einki sovið. Nakrar strikur hevði tú, men einki at tosa um.



Eg síggi fyri mær, hvussu allir babbasa menn um kvøldið komu at sláa tunnu. Hvussu vit bæði sótu og nanaðust í sofuni, og hvussu teir fyrstu menninir komu og settu seg hjá okkum. Hvussu væl tær dámdi at sita ímillum teir - hvussu tú erraðist upp, tá teir prátaðu við teg.

Eg síggi fyri mær, hvussu vit seinni leygarkvøldið fóru uppá til ommu, sum lagið bleiv betri niðri undir. Hvussu vit í sofuni hjá ommu hugdu at grand prixnum. Tú svav fyri tað mesta - men tú hevði jú einki sovið alla náttina. So í song. Tú fekk nógvan fepur. Men eg gav tær panodil og lat teg sova.

Sunnumorgunin var betri skil. Næstan eingin fepur og tú vart eisini erraður aftur. Tú sat uppi í stólinum her í køkinum - á tínum fasta maskuplássi og fekk masku - og ein litur av ilt fekst tú, tí tú lást í lægra lagi. Eg síggi teg fyri mær.

Eg síggi fyri mær, hvussu eg og genturnar saman við øðrum fóru út at skreiða, meðan tú og babba sótu í sofuni.
Minnist, hvussu eydnusom eg var hesa løtuna úti í kavanum. Vit flentu - og eg minnist, hvussu eg fleiri ferðir hevði tað á orðið, hvussu gott og deiligt tað var.



Men inni sat tú - og hevði bara fáar tímar eftir at liva í. Títt tímaglas var næstan runnið. Úti gekk eg og hevði tað deiligt í kavanum.

Eg minnist tá eg seint seinnapartin kom inn og sá teg. Ringdi beint oman á sjúkrahúsið og segði, at nú komu vit oman. Tú hevði tað ikki gott, tað sá eg - vart nógv versnaður, meðan eg hevði verið úti.

Eg síggi meg sjálva her á gólvinum. Í skundi pakkandi tað, vit skuldu hava við. Leyp í bað, tí eg tímdi ikki í brúsu á sjúkrahúsinum.

Og tímir seinastu minuttir tikkaðu støðugt. Minni enn 12 tímar hevði tú eftir tá. Og eg spilti tíðina við at fara í bað..

Eg síggi fyri mær, hvussu eg og babba avtalaðu, at hann skuldi koma oman á sjúkrahúsið kl 07 morgunin eftir, so eg kundi fara niðan aftur í Grønulíð at gera systrar tínar til grýlur.
Lítið vistu vit, at eg mátti ringja eftir honum á miðjari nátt. At morgunin eftir kl 07 vart tú ikki longur.

Vit fóru avstað í øllum kavanum við tínum stóra bili. Parkeraðu, fóru inn. Fóru í røntguna. Tú fekk dropp og iltmasku.

---

Eg síggi fyri mær, hvussu eg mánamorgunin kom vaklandi inn her aftur. Hvussu Fríðagumma og Elingumma styðjaðu og leiddi meg, tí eg helt ikki, at beinini vildu bera meg.
Vit vóru komnar niðan av sjúkrahúsinum fyri at velja tað, sum tú skuldi jarðast í.

Eg síggi tjúkka kavan fyri mær. Sporini av tínum koyristóli hómaðust enn, hóast nógvur kavi var komin niður um náttina. Eg minnist fjara tankan um, at tú aldri skuldi seta nakað spor aftur her.

Tú vart deyður.

Tað var so sera veruligt. Og so sera óveruligt.

Eg síggi fyri mær, hvussu eg í tínum kamari sakk saman, meðan eg grátandi hálvavegna rópti: HVUSSU KANN EG VELJA, HVAT BENJAMIN SKAL BEGRAVAST Í??  BEGRAVAST!!
HVUSSU KANN MAN BEGRAVA SÍTT BARN?

Eg síggi fyri mær Elingummu og Fríðugummu, sum vóru við mær. Sum einki søgdu, men sum grótu saman við mær.

Eg síggi fyri mær, hvussu eg kvikliga rótaði í tínum klæðum. Hvussu eg kortini skjótt fann fram til, at tú skuldi í tær lekru cowboybuksurnar við rillum á knøunum. Nýggju myrkabláu Hugo Boss troyggjuna, sum babba akkurát hevði keypt tær, og sum tú bara hevði verið í einaferð áður. Svørtu Converse skógvarnar av leðri og tann kula, svarta leðurjakkan við hettu.

Eg síggi fyri mær, hvussu eg savnaði alt saman, sum í einum dreymi. Hvussu eg mól og ikki visti, hvat eg gjørdi, men hvussu alt samstundis var so greitt, tí sjálvandi skuldi tú vera smartur og kulur - líkasum tú altíð elskaði at vera.

Og so kvalmin. Andaneyðin.

Eg síggi fyri mær, hvussu eg vendi innaftur eftir tíni nýggju Boss perfumu, sum tú elskaði. Og tínum hárvoksi. Tað mátti við.

Hendan mánadagin fyri einum ári síðani (tó at dato'ið er í morgin) var fyrsti dagur uttan teg. Tú vart framvegis ikki blivin kaldur um bakið, tá vit komu omanaftur. Eg stakk hendurnar innundir teg, og mínar hendur sugu tað seinasta tekini um lív til sín. Eg helt um teg.

Eg síggi fyri mær, hvussu eg og babba lótu teg í.

- Tað er eitt sindur ringt - og kann virka óbehagiligt - tí nú er hann við at blíva stívur, segði sjúkrasysturin.
- Hetta er ikki øðrvísi enn tað plagar at vera, tá spasmurnar eru ringar, svaraðu eg og babba.

So varliga lótu vit teg í. So ofta høvdu vit gjørt tað fyrr. So nógva staðni. So nógv ymisk klæðir. Nú var tað seinastu ferð.

Eg setti hárið á tær. Sproytaði perfumu á teg. So fínur og flottur. So stórur og langur. Sterkur og væl bygdur, hóast tú hevði sitið alt títt lív. Og so mildu, mjúku hendurnar. Eygnavippurnar. Lítla vakra nøsin við frøknum stroyddum á. So vakur.

Og eg minnist kensluna. Kensluna av at vilja spýggja. Ikki fáa andað. Ikki orka at vera til. Kensluna av at vera fangað í einum óndum, óndum dreymi - við einum støðugari súgvandi marrukenslu í búkinum. Kensluna av at detta í leysari luft. Bara detta og detta - júst sum í eini marru - men tað endaði ongantíð, tí eg vaknaði ikki. Eg var jú vakin. Tað var veruligt. Kortini kensluna av óveruligheit. Kuldan. Ristingarnar. Rastloysið og brennandi ynskið um at sleppa burtur úr støðuni - men ongastaðni hava at fara..

Eg minnist, hvussu eg kíndi tær. Hvussu eg granskandi hugdi at tær, so eg ongantíð skuldi gloyma teg. Skapið á neglunum. Oyruni. Lítlu lægdina á nasarygginum millum eyguni. Hárferðina og kraftigu krúllurnar, sum vunnu á voksinum. Lítla arrið undir vinstra eygað - og tað stóra omanfyri vinstru eygnabrúgv. Skeinurnar á høgra kjálka. Varrnarnar. Mjúku kjálkarnar.

Eg sat hjá tær, kíndi tær og seyg hvønn smálut á tær í meg við eygunum og fingrunum, so eg aldrin skuld gloyma teir aftur.

Tú vart kaldur. Men um eg blundaði og kíndi tær, kundi eg eina løtu lumpa meg sjálva til at halda, at tú bara hevði verið úti og trillað - og tí vart blivin kaldur um kjálkarnar.
- Kom her við tær, so skal mamma verma teg, hevði eg hug at siga.

Men tá eg so hugdi aftur, brast illusjónin.

Tú vart farin. Tað var so eyðsýnt, at tú vart farin.

Eg minnist hvussu vit seint um kvøldið - hetta føstulávintsmánakvøldið fyri einum ári síðani - komu heim. Hvussu babba styðjaði meg inn, tí beinini bóru ikki. Hvussu eg sakk saman á køksgólvinum, og babba bara helt um meg. Eg græt og græt og græt og græt.

Og hvussu eg so brádliga varnaðist, at omma hevði vaskað gólvið. Løgið, hvussu man allatíðina skiftir ímillum at vera heilt úti í tí stóra perspektivinum - og so heilt niðri í smálutunum. Og einki millumting var harímillum.

Eg síggi fyri mær, hvussu fólk komu á gátt. Klemm og tár. Og eg var við síðunar av mær sjálvari.
Græt og flenti hvørt um annað. Og so hendan kenslan av ikki at orka at vera til. At vilja spýggja.
Og kenslan av at blíva klikkað - at vera púrasta við síðunar av.

Tað eri eg partvís enn, Benjamin.

Tí sjálvt um tú ikki ert her; sjálvt um tú ongantíð aftur setti spor í kavan í túninum her, so eru sporini eftir teg allastaðni. Allastaðni.

Deyðin er alt.
Men kortini er deyðin einki.

Deyðin tók teg. Men kortini tók hann teg á ongan hátt.
Tú ert her ikki. Men tú ert her allastaðni.

Og tíðin er so løgin. Hon er farin, men sum í einum filmi síggi eg alt fyri mær aftur. Hetta hevur verið eitt hart vikuskifti. Og sjálvt um eg nú eri í 2019, hevur hetta seinasta vikuskiftið gingið fyri seg í 2018.

Eg havi endurlivað tínar seinastu dagar. Fyri einum ári síðani. Tíma fyri tíma minnist eg. Og eg síggi hvønn smálut fyri mær.

Eg elski teg enn. Eg síggi og angi teg enn. Eg minnist teg enn.

Elskaða Benjusbarnið. Kuli astronauturin hjá mær.

Í morgin er tað 12. februar. Tín himmalføðingardagur.

                                 



Kommentarer