Lív
Brot úr yrkingasavninum »Lív«
Yrkingar um Lív, sum gjørdist 10 ár.
Pápi hennara, Steinbjørn B. Jacobsen, gav út í 1981.
Tað er sum at lesa mínar egnu tankar
- bara lætnar í vøkur orð og snøggar setningar.
So beinrakið. So komprimerað. So satt.
***
Tíggju summør vart tú hjá okkum
var ein partur av okkum
lænti okkum tíni eygu
Birti lív í
gav av tínum ríka sinni
Ein lívsfrísk kelda ið rann
Ein vøkur lagna varð vovin
Eftir standa vit
við hondunum fullum av dreymum
tað er ikki teir vit gráta um
Ein kelda er tornað
Eitt mynstur er vovið
Hálvliðugt ella kanska
Vit skilja tað ikki
Men minnini liva
***
Hjá mær í mínum hugaheimi
livir tú so leingi eg livi
ljóslivandi
***
Nógv hava mist
Svárt hava nógv sitið eftir
Dagarnir eru misjavnt býttir
Í dag er tað tú
Í morgin ein annar
Tekur tú við teim góðu løtunum
má tú eisini taka við teim ringu
søgdu tey gomlu
men tað er svárt
og hvørja ferð nýtt fyri hann ið missir
Svárt nítur saknur um farið lív
***
Ein gáta
aldrin hon loysist við vitan
Ein hurð er farin í lás
aldrin hon kvinkast
Eitt berg fyri framman teg
aldrin eitt klípi loysnar
Øll mannaættin
hevur í tað høgt
og tó er tað líka snøgt
Ikki ein tinna er vikað
***
Kommentarer
Send en kommentar