Hurra - meg droymdi ein livandi Benjamin!
Eg droymdi um Benjamin í nátt. Hann livdi. Eg havi ikki droymt hann í sera, sera, sera langa tíð. Eg eri ikki sloppin afturum handan ólukku deyðsdagin í fleiri mánaðir. Altíð hevur hann verið deyður ella doyggjandi. Onkuntíð enntá jarðaður. Ongantíð livandi.. Men í nátt droymdi eg, at vit sótu í okkara íbúð á Solbakken. Vit skuldu flyta, og teir nýggju leigararnir vóru longu komnir inn. Tey vóru glað. Eg var eitt sindur kedd og sorgblíð, minnist eg. Vit sótu bara har - eingi av okkara tingum vóru har, men av onkrari orsøk vildi eg ikki fara avstað. Og so komu teir nýggju leigararnir at vísa okkum runt. Við sprudlandi gleði og boblandi optimismu vístu tey okkum íbúðina, sum við eitt var blivin nógvar ferðir størri - hon hevði ein kempi køk, stóra stovu og eitt gigantiskt spælirúm. Altso.. eina stóra høll, sum var full av spølum og umstøðum til rørslu. Eg minnist, at eg var forharmað og melankolsk - og eg var eitt sindur øvundsjúk. *** Og so er tað, at man fer at hugsa um, ...