Ongantíð, nakrantíð aftur..
"Aldrin aftur" hevur fingið ein nýggjan týdning. "Aldrin aftur" hevur - inntil Benjamin fór - merkt, "treyðugt" ella "møguliga ikki" ella "nokk ikki aftur - um eg ikki umbestemmi meg" ella okkurt annað minni definitivt enn tann týdningurin, sum "aldrin aftur" nú hevur fingið. "Aldrin aftur" merkir nú veruliga "aldrin - ongantíð, nakrantíð aftur, so leingi eg livi". Tað er hart og kontant og knívsskorið - og tað er einki, sum bloytir tað. Aldrin aftur mussa títt fitta, vakra snýði. Aldrin aftur mussa teg niður á nasaryggin - í lítlu lægdina millum eyguni. Beint har, sum eg altíð havi mussað teg - heilt síðani tú vart nýføðingur. Aldrin aftur strúka hendurnar eftir pannuni ella kjálkunum ella ígjøgnum hárið. Ongantíð aftur mussa teg á munnin - og so síggja teg skrædna av látri, tí tú læt munnin upp, so eg í staðin mussaði teg mitt á framtennirnar. Ongantíð aftur. Nakrantíð. So leingi eg livi. Me...